- Løgmaður vil við uppsøgnini av Jacob Vestergaard vísa seg sum ein sterkan mannin, nú løgtingsval er fyri framman, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur Um Jóannes Eidesgaard ikki gjørdi nakað við embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard, hevði málið kunna skatt løgmann í komandi valstríðnum, og tí kundi løgmaður ikki gera stórt annað enn at siga Jacob Vestergaard úr starvinum. Tað heldur samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre.
- Kanska skuldi Jacob Vestergaard sjálvur sæð, at hetta var á veg og verið farin úr starvinum, tí løgmaður kundi neyvan gera nakað annað enn siga hann upp, sigur Jógvan Mørkøre.
Samfelagsfrøðingurin heldur, at um løgmaður hevði latið tað farið aftur við borðinum, at landsstýrismaðurin blandaði seg upp í eina starvssetan á einum stovni, so hevði løgmaður fingið trupulleikar av hesum í komandi valstríðnum.
- Við at siga Jacob Vestergaard úr landsstýrisessinum vil løgmaður vísa seg sum tann sterka mannin, sum stendur við endan. Á hendan hátt tekur hann luftina úr málinum áðrenn komandi løgtingsval, og tað noyddist hann helst at gera, hóast samgongan nú er í vanda, sigur Jógvan Mørkøre við Rás 2.