Løgmaður á oljupalli í Norðsjónum

? um somu tíð, sum Eyðun Elttør, oljumálaráðharri hevði fund við bretska starvsbróðurin, John Battle

Tað var ein søgulig hending, tá Anfinn Kallsberg, sum fyrsti løgmaður nakrantíð vitjaði umborð á einum oljuboripalli í Norðsjónum. Eftir hesa heldur óvanligu vitjan heldur løgmaður leiðina víðari til Stavanger,har ikki færri enn hundrað føroyingar eru við á oljumessuni ONS 98.

Løgmaður nýtti høvi til at vitja framsýningina mikudagin og var vitja á básinum hjá stóru norsku oljufeløgunum Statoil, Saga og Norsk Hydro. Eisini vitjaði hann Kværner og ABB, sum eru stórar norskar oljuídnaðarfyritøkur. Vitjað var so eisini á føroyska básinum, har umleið 19 førouslar fyritøkur eru við.

Umframt løgmann so var eisini Eyðun Elttør oljumálaráðharri við, tá vitja var á oljuframsýningini. Elttør, sum mánadagin sjálvur var úti á einum boripalli hjá Statoil, hevði fund við bretska oljumálaráðharran John Battle seinnapartin týsdagin.

Sjálvur er Eyðun Elttør sera fegin. Hann heldur, at har kom mangt gott fram á fundinum. Bretski ráðharrin bar sjálvur uppá mál marknatrætuna og metti, at tað eigur at bera til at finna eina ella aðra loysn innan nakrar fáar mánaðir. (Lesið meira um fundin í fríggjadagsblaðnum)

Eyðun Elttør skuldi seinnapartin í gjár hitta norska oljuráðharran Marit Arnstad.

Seinnapartin í gjár var løgmaður á vitjan í norska oljudirektoratinum, har hann hinn stjóran Gunnar Berge.

Samanumtikið má sigast, at tað undir vitjanini hjá løgmanni og oljumálaráðharranum hevur verið tosað nógv um olju. Men soleiðis sum Sosialurin skilur, so hevur løgmaður eisini fingið høvi til at reisa nógvar aðrar spurningar í viðurskiftunum millum Føroyar og Noreg.

(Lesið eisini stóra reportasju frá vitjan løgmans á boripallinum Snorre seinni í vikuni.)