Løgmaður: - Paul Watson vanvirðir rættindini hjá londum og fólki

Landsstýrið hevur onga orsøk at samskifta ella samstarva við felagsskapin Sea Shepherd Conservation Society og teirra umboð. Eyðkent fyri herferðirnar hjá felagsskapinum er fullkomiliga vanvirðing fyri rættindum hjá londum og fólkum kring heimin at gagnnýta náttúrutilfeingi teirra á burðardyggan hátt í samsvari við altjóða lóg og ST samtyktum og yvirlýsingum. Tað hevur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, boðað stjórnarráðunum frá.

- Hesin felagsskapur er kendur fyri ein áleypandi framferðarhátt, ið setur bæði mannalív og ogn í vanda. So seint sum tann 14. juli í ár tóku øll 89 limalondini í altjóða hvalaveiðifelagsskapinum IWC undir við einari samtykt um trygd á sjónum. Í samtyktini endurtaka IWC limalondini, heruppií Danmark vegna Føroyar og Grønland, sína frástøðu í framferðarháttinum hjá felagsskapinum Sea Shepherd í sambandi við harðliga og vandamikla ágangin ímóti hvalaveiðini hjá Japan í Suðuríshavninum. Herverk, vandamikil ágangur og villleiðandi kunning hjá Sea Shepherd, undir leiðslu av Paul Watson, hava myndað virksemið hjá hesum felagsskapi í fleiri áratíggju, bæði ímóti Føroyum og ímóti fleiri øðrum londum og samfeløg, ið liva av havsins tilfeingi, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í fráboðanini.

Hann leggur afturat, at landsstýrið leggur dent á, at opinleiki, kunning og upplýsing er vegurin fram, soleiðis at álítandi miðlar og fólk allastaðni sjálvi kunnu gera sær eina breiða fatan av tí týdningi, ið grind hevur í Føroyum.