Løgmaður hevur í morgun verið á ríkisfundi saman við Lars Løkke Rasmussen og Kuupik Kleist. Fundurin í ár verður hildin á Ruths Hotel í Skagen 10. og 11. juni.
Fyri Føroyar eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og frú Jórun Johannesen.
Á skránni fyri ríkisfundin eru millum annað viðurskiftini millum Føroyar og ES, uppskotið til føroyska stjórnarskipan, føroyskur limaskapur í WTO og uttanríkispolitiska virkisføri hjá Føroyum.
Aftaná ríkisfundin verður tíðindafundur. Tíðindafundurin verður á Ruths Hotel fríggjadagin klokkan 11 danska tíð.
Undir ríkisfundinum verður eisini árligi fundurin í Samstarvsnevndini millum Løgmansskrivstovuna og danska forsætismálaráðið. Samstarvsnevndin, ið er mannað við embætisfólkum, viðger mál viðvíkjandi viðurskiftum millum Føroyar og Danmark.
Løgmaður verður aftur í Føroyum sunnudagin 13. juni.