Løgmaður sent Margretu drotning samhugafjarrit

Beint eftir kl 16 í dag andaðist hennara hátign, Ingrid drotning, 90 ára gomul. Løgmaður hevur vegna Føroya fólk sent Margretu drotning samhugafjarrit:

 

Tygara hátign Margreta drotning

Fredensborg slot


Føroya fólk hevur samkenslu við tygara hátign í sakni og sorg tygara, nú Ingrid drotning er farin. Vit minnast í takksemi og virðing ta verk, Ingrid drotning útinti fyri Føroya fólk.


Anfinn Kallsberg

løgmaður