Løgmaður sigur eitt og ger nakað annað

Ríkisfundur er í dag millum stjórnarleiðararnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Hesuferð er hesin fundur rættiliga serstakur, tí undan hesum fundi, hava allir leiðarar gjørt vart við sínar dreymar og hugsanir um broytingar í samstarvinum millum londini.

Føroyar, Grønland og Danmark samstarva sum sjálvstøðug lond
Løgmaður hevur í løgmansrøðuni og bæði í donskum og føroyskum miðlum víst á, at eisini hann sær fyri sær, at Føroyar gerast sjálvstøðugt land og at Føroyar, Grønland og Danmark fara at samstarva sum sjálvstøðug lond í nærmastu framtíð. Eisini hevur hann víst á, at hann væntar, at vit innan 10 ár hava heimtikið ábyrgdina av øllum málsøkjum, so hesi verða fyrisitin í Føroyum, og at ríkisveitingin tá eisini verður burtur.
Tá Løgmaður er ovasti leiðari í Sambandsflokkinum er sjálvsagt talan um stórtíðindi, og um hann meinar nakað við hesi orð, er hetta eitt stórt framstig móti einum sjálvstøðugum Føroyum. Møguleikin fyri at fáa eina veruliga tjóðarsemju um málið kundi verið í eygsjón.

Fyri at vita, hvørt ætlanin er at gera nakað við hetta málið, so talan ikki einaferð enn verður um orð uttan gerð, vórðu skrivligir spurningar settir løgmanni um málið. Svarini er nú komin, men tíverri vísa svarini greitt, at løgmaður sigur eitt og ger nakað annað.

Fyrispurningar og svar frá løgmanni
Hóast 8 ítøkiligir spurningar vórðu settir Løgmanni, so svaraði hann alt undir einum. Um vit býta svarið út á spurningarnar, vóru svarini fylgjandi:
1) Fer løgmaður at taka stig til, at gera eina ítøkiliga ætlan fyri heimtøku av ábyrgdini av teimum málsøkjum, sum í dag verða fyrisitin í Danmark, so øll málsøki verða fyrisitin í Føroyum t.d. innan 10 ár?
Onki svar.
2) Hvørji mál fer landsstýrið at heimtaka fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av í 2013, 2014 og 2015?
Útlendingamál verða eftir ætlan yvirtikin í 2014, og landsstýrið er farið undir at kanna møguleikan fyri at yvirtaka loftferðsluøkið.
3) Tekur løgmaður undir við at seta í verk eina skiftisskipan, tá umræður donsku ríkisveitingina, soleiðis at føroyski búskapurin miðvíst gerst leysur av donsku ríkisveitingini eftir ávísum áramáli t.d. innan 10 ár?
Onki svar.
4) Fer løgmaður at biðja donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina, ella er henda ætlan slept?
Møguligar samráðingar við donsku stjórnina um dagføring av ríkisveitingini eru tengdar at fíggjarlógini fyri 2013.
...Tað er ei heldur forsvarligt at lækka um ríkisveitingina í hesum tíðum. Tvørturímóti hevði ein dagføring av ríkisveitingini verið meira skynsom fyri føroyska búskapin.
5) Hvørjar - fyri Føroyar týðandi - altjóða felagsskapir eru Føroyar avskornar frá í verandi ríkisrættarligu støðu í mun til, um vit virkaðu í einum ríkjafelagsskapi/frælsum felagsskapi, har Føroyar, Grønland og Danmark samstarvaðu sum sjálvstøðug lond?
Ríkisfelagsskapurin eigur sín lut í framburðinum, sum er skaptur í Føroyum gjøgnum árini. Ríkisrættarliga støða Føroya skal tí eisini frameftir geva okkum møguleikar, heldur enn leggja forðingar fyri, at Føroyar kunnu virka í altjóða samfelagnum. Stjórnarrættarligar tulkingar hava ofta verið ein forðing fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti. Ein týðandi forðing er føroyskur limaskapur í millumtjóðafelagsskapum, eitt nú í WTO.
Tó hevur tað gjøgnum árini víst seg, at tað hevur borið til at finna skynsamar politiskar loysnir, ið hava gagnað Føroyum og sum víðka møguleikar at virka á altjóða pallinum. Eg eri sannførdur um, at tað eisini fer at bera til frameftir.
6) Fer løgmaður at taka stig til at seta úr gildi lógina um uttanríkispolitiskar heimildir, ið sum kunnugt avmarkar møguleikarnar hjá Føroyum á altjóða pallinum?
Onki svar.
7) Tekur løgmaður undir við, at stórur meiriluti er á Løgtingi fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land?
Onki svar.
8) Fer løgmaður at taka stig til at fáa semju millum flokkarnar á Løgtingi um heildarætlan fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land? Um so er, nær?
Samgongan hevur ikki ætlanir um at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at broyta ríkisrættarligu støðuna. Hugsandi er tó, at samráðingar einaferð í framtíðini fara at verða tiknar upp við tí fyri eyga at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og endurnýggja ríkisfelagsskapin. Eitt nú í samband við eina nýggja stjórnarskipan, sum formliga staðfestir støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum.
Gongdin síðani 1948 hevur verið, at føroyingar so líðandi hava átikið sær størri sjálvbjargni og sjálvræði innan ríkisfelagsskapin. Alt bendir eisini á, at henda gongd fer at halda fram. Tað var henda framtíðarmynd, eg bar fram í røðuni á ólavsøku. Ein framtíðarmynd, har vit hava átikið okkum enn størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin, men har vit samstarva við hinar partarnar um einstøk málsøki.
Ein slík endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum er tó treytað av politiskum vilja og semju og ikki minst av búskaparligu gongdini í føroyska samfelagnum. Skulu føroyingar yvirtaka fleiri málsøki, er neyðugt við einum tryggum búskaparligum grundarlagi. Tí valdast ein endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum, í hvønn mun vit megna at vaksa um føroyska búskapin. Okkara búskapur hevur seinastu árini verið merktur av búskaparkreppuni. Trupult er at meta um búskaparligu gongdina komandi árini, og tí er tað ikki realistisk at gera nakra ítøkiliga langtíðar heildarætlan fyri endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum.
Ómetaliga langt millum orð og gerð
Í svarinum vísir løgmaður m.a. á at hann metir tað nú vera rættari at “dagføra (hækka) ríkisveitingina” enn at gerast óheft av hesi. Eisini vísir hann á, at skulu samráðingar takast um við Danmark um ríkisrættarligu støðuna, so verður hetta í sambandi við nýggja stjórnarskipan sum “formliga staðfestir støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum”.
Verður ríkisveitingin hækkað við 200 mió. kr. vil hetta vera eitt stórt búskaparligt afturstig, meðan ein formlig staðfesting av Føroyum í ríkisfelagsskapinum í eini stjórnarskipan og við eina fólkaatkvøðu um hesa, kann gerast eitt stórt løgfrøðiligt afturstig. Hetta kann ikki vera meiningin. Hví fremja afturstig, tá vit hava ríkar møguleikar at gerast eitt meira sjálvbjargið og sjálvstøðugt land ?
Meirilutin ynskir einar sjálvstøðugar Føroyar
Tingfólk úr øllum flokkum á Løgtingi ynskja einar sjálvstøðugar Føroyar og eitt endurnýggjað samstarv við Danmark. Stórur meiriluti er fyri hesum á Løgtingi. Løgmaður hevur tí ein søguligan møguleika at skapa ein breiða semju á Løgtingi um, at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land og at endurnýggja samstarvið við Danmark.
Eftir er bert at vóna, at løgmaður velur at fylgja dreyminum heldur enn svarunum, ið hann hevur givið uppá settu spurningarnar.
30. august 2012