Uttanlandsferð
? Hetta er eitt frálíkt høvi til at vísa Føroya fram. Men hetta er samstundis eitt givið høvi til at gera vart føroysk sjónarmið á hesum øki.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, úr Brüssel.
Hann er í ES høvuðsstaðnum á hesum døgum á eini ferð, sum bæði kann sigast at vera ein sjarmuferð fyri at gera vart við Føroyar og sum ein ferð har hann fer gjørt vart við føroysk sjónarmið á ymsum økjum, har ES eisini hevur sína ávirkan.
Løgmaður fór til Brüssel sunnudagin og hann verður aftur í morgin og tað er føroyska sendistovan í Brüssel, sum leggur vitjanina til rættis.
Eitt endamál við ferðini er at hitta umboð fyri politiskar myndugleikar í ES fyri at umrøða ymisk viðurskifti, sum hava við ES og Føroyar at gera og at skifta orð um framtíðarviðurskifti ímillum ES og Føroyar, sigur Løgmaður
Hann sigur, at í samrøðum sínum við ES myndugleikar fer hann at umrøða vinnumál, útbúgving og gransking.
Løgmaður fer eisini at hitta aðalskrivaran í EFTA, William Rossier.
Á hesi uttanlandsferðini hjá løgmanni er eisini ein onnur forvitnislig vitjan á skránni. Tað verður, tá í Jóannes Eidesgaard fer at hitta aðalskrivaran í NATO, Jaap de Hoop Scheffer.
Vitjanin hjá løgmanni í Evropasamveldinum endar við eini stórari móttøku í Brüssel í kvøld, har eini 70-80 fólk eru innboðin.
Á móttøkuni er ætlanin at profilera Føroyar og nakað av tí, sum Føroyar hava at bjóða og har fer Løgmaður eisini at greiða eitt sindur frá um føroysk viðurskifti.
Har fer ein av okkara fremstu sangarum, Eivør Pálsdóttir, at syngja og harumframt fáa gestirnir høvi til at síggja føroyska málningalist, tí teir báðir listamenninir, Kári Svensson og Sámal Toftanes fara eisini at hava málningarframsýning á móttøkuni.
Sjálvsagt fáa útlendsku gestirnir eisini høvi at royna forkunnugar føroyskir brellabitar og har er Birgir Enni ein av kokkunum, sum fer at gera okkurt forkunnugt sjógæti.
Hugsar serliga um svartkjaftin
Í gjáramorgun hittu Jóannes Eidesgaard ES nevndarlimin í fiskivinnu.
? Vit hava nógv samstarv við ES á fiskivinnuøkinum, tí vit hava bæði fiskivinnusáttmála við ES og vit hava felags áhugamál um svartkjaft, sild og rækjufiskiskap.
Løgmaður sigur, at tað, sum lá honum nærmast á hjartað at umrøða við ES nevndarlimum er spurningurin um Svartkjaftin.
? Fyri føroyingar er tað ógvuliga umráðandi at fáa tamarhald á fiskiskapinum eftir svartkjafti, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, sum sum støðan er nú, er ein ávísur rovfiskiskapur eftir svartkjafti, tí londini, sum fiska svartkjaft, økja alsamt um fiskiskapin.
Royndir hava verið gjørdar í fleiri ár at fáa fiskipskapin eftir svartkjafti undir skipað viðurskifti, men enn hevur tað ikki eydnast og í løtuni er fiskiskapurin nógv hægri enn tilráðingarnar eru.
? Tað hevur enntá verið trupult at fáa samráðingar um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti.
? Vit halda, at tað er sera umráðandi at fáa tamarhald á støðuni, tí svartkjaftur er eitt høvuðstilfeingi og hann er rættiliga nógv inni á føroyskum sjóøki og á ES sjóøki.
Løgmaður sigur, at tí hevði tað verið eitt stórt framstig at fingið ES, saman við okkum, at strongt á at fingið gongd aftur á tingingarnar um at áseta hámark fyri fiskiskapin eftir svartkjafti.
À fundinum vóru báðir partar samdir um, at teir høvdu eina felags ábyrgd at fáa gongd aftur á royna at fáa gongd aftur á tingingarnar um at fáa fiskiskapin eftir svartkjafti í skipaðar karmar.
Í hesum sambandi skal ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Føroyar og ES setast at arbeiða víðari við málinum, visti Útvarpið at siga á miðdegi í gjár
Løgmaður skal eisini hitta ES umboð, í hava við útbúgving, gransking og hann ferð somuleiðis at tosa um, hvønn veg, fiskivinnupolitikkurin hjá ES gongur, nú røddir eru frammi um at broytingar eru á veg.
Tá ið løgmaður fer at gitta Nato-aðalskrivaran, fer hann at greiða honum frá okkara leikluti í kalda krígnum, men hann fer eisini at fortelja honum, atvit hava samtykt at taka virknari leiklut í verjupolitikkinum framyvir.
Hinvegin vita vit eisini, at røddir hava verið frammi um at niðurleggja radarstøðina og tað fer Løgmaður eisini at tosa við aðalskrivaran um.
? Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at gera Føroyar sjónligari í ES og tí hevur tað stóran týdning at vit fáa gjørt vart við okkum, sigur løgmaður.