Løgmanssæti í Hoyvík

Einhvør tjóð við virðing fyri sær sjálvari hevur virðing fyri landsins hægsta embæti. Ja somikið av virðing, at tað átti at verið heilt náttúrligt eisini, at landsins hægsti maður, løgmaður, hevur sítt egna sersaka sæti tvs. bústað og móttøkuhøli. Føroyar megu vera ein av teimum fáu tjóðunum í heiminum, sum ikki liva upp til hetta so sjálvsagda mál.

Hetta málið er nú aftur frammi í almenna kjakinum. Og var tað serstakliga okkara landsútvarp, sum setti ljóskastaran á ætlanina at gera Hoyvíksgarð og økið har nærhendis til løgmanssæti. Vit hoyrdu umboð fyri andstøðuflokk gera gjøldur burtur úr hesi ætlan, meðan tingformaðurin á tignarligan hátt, og sum sømir seg fyri slíkan mann í hesum tignarliga embæti, skilagott vardi aldargomlu ætlanina at raðfesta løgmansembæti hægri við m.a. at knýta eitt veruligt sæti í hetta virðiliga embæti.

Hetta eru ikki nýggir tankar. Teir eru fostraðir áður og vóru eitt nú frammi aftur undir fyrrverandi løgmanni, Anfinni Kallsberg. Nevnliga at skipa so fyri, at tann so snøggi og vakri Hoyvíksgarðurin við tí sera hugnaliga og stórfingna náttúruumhvørvinum gjørdist framtíðar bústaðurin hjá løgmonnum.

Í orðaskiftinum, sum nú hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum á, at verandi løgmansumsiting aftur hevur kveikt lív í málið, kom m.a. fram, at vit hava ikki ráð at fara undir slíka ætlan. Orð sum "joke" og líknandi niðurgerandi úttalilsi komu frá annars virðiligum tingmanni, sum eins og aðrir fólkavaldir til okkara aldargamla ting, áttu at verið teir fyrstu til at havt virðing fyri hesi ætlan. Tíverri hevði útvarpið valt at seta fokus á hetta málið vitandi, at løgmaður, tann sentrali figururin í hesum, var burturstæddur. Hevði ikki verið betur at bíða til hann var heimafturkomin! Men her vísti tingformaðurin og samgongufelagin hjá løgmanni seg sum tann siðiliga og skilagóða eygleiðaran og viðmerkjaran. Sjálvur hevur hann eisini sitið í løgmansembætinum, so hann veit, hvat tosað verður um.

Antin talan er um ein sambandsmann, javnaðarmann ella tjóðveldismann, so eiga vit øll at havt størstu virðing fyri løgmansembætinum, so stóra, at vit kunnu taka undir við, at løgmansembæti skal virðast so mikið høgt bæði av okkum sjálvum og ikki minst av teimum mongu, sum vitja, at hann hevði sítt serstaka sæti. Nevnt hevur verið, at hetta hevði ligið best í Tinganesi. Tað er eisini ein skilagóður tanki. Hinvegin so er tað eisini skilagott at skilja millum gerandis arbeiðsdagin í Tinganesi og so millum tað meira privata, sum so aftur eisini hevur týðandi skyldur við sær hjá einum og hvørjum løgmanni. Hann ella hon er okkara fremst umboð mótvegis umheiminum, og tá eitt nú framstandandi fólk vitja henda vegin í fyri okkum týðandi ørindum, tá eigur tað at finnast eitt umhvørvi her á landi líkt tí í Hoyvík, har løgmaður eisini hevur umstøður at taka ímóti fólki.

Tá hetta er sagt, so skal sjálvandi eisini sigast, at vit eiga at fara væl um tær ognirnar, sum eru í Hoyvík og umhvørvi har og vit eiga at fáa teimum, sum har virka í dag, hóskandi umstøður at virka undir ístaðin.

Sosialurin