Løgreglan 100 ár

1. juli 2003 vóru liðin hundrað ár síðan Christian Bærentsen amtmaður setti Sámal á Krákusteini í Havn sum Færøernes første ordinære betjent. Hetta var 1. juli 1903.

Samuel F. Samuelsen, Sámal á Krákusteini, sum hann vanliga var nevndur millum fólk í Havn, var fyrsti løgreglumaður í Føroyum. Sámal var føddur 23. juli í 1852, sonur timburmannin Daniel F. Samuelsen og konuna Lorenzu Jacobsdatter.
Hann fekk starv við politistaliðið í oktober 1873, varð tilnevndur kvartermeistari í 1886 og var í hesum starvi til politistaliðið varð tikið av í 1902. Í 1903 varð hann settur sum løgreglumaður, tann fyrsti í Føroyum. Fyri longu og drúgvu tænastu sína, 40 ár tilsamans í polititænastu, fekk hann riddarakross og tænastumedaljuna í gulli.
Umframt at røkja starvið sum politistur mátti hann, sum nógv onnur í Havn um tað mundið, arbeiða sum traðarmaður og útróðrarmaður. Sámal var væl lisin maður, og var virkin í almenna lívinum í Havnini, hann var m.a. við til at kalla inn til jólafundin um at verja Føroya mál og siðir í 1888.
Sámal giftist í 1880 við Susanne Julie Frederikke Nielsen, dóttar Niels Johannesen í Saltangará. Tey fingu 8 børn, ið øll vóru doypt Kragesteen, ið var staðarnavn har hann búði. Tað staðið, ein hella, ið lá vestanfyri núverandi Skansavegin, er nú sprongd burtur. Hon fekk navnið av, at kráku-, ravns- og skúgvanev vóru brend har, á Krákusteini.
Børnini hjá Sámal og Súsonnu vóru: Daniel Frederik Samuelsen Kragesteen, doyði 3 ára gamal av heilabruna., Johanne Margrethe Kragesteen, Daniel Samuel Kragesteen, doyði 19 ára gamal av hjartasjúku, Niels Kragesteen, Hjalmar Lorenz Kragesteen, Anton August Frederik Kragesteen, og tvíburðarnir Inga Helene Susanne Kragesteen og Lorenze Jacobine Kragesteen. Sámal á Krákusteini fór frá sum løgreglumaður 1. oktober 1922, hann var tá 70 ára gamal. Hann doyði 3. mars 1932, 79 ára gamal.

Mynd: Politi í Føroyum fyrr og nú