Løgreglan í Grønlandi skeyt ísbjørn

Grønlendska løgreglan hevur skotið eina ísbjørn í býnum Kangerlussuaq, sum fyrr æt Søndre Strømfjord. Sermitsiaq skrivar, at fólk varnaðust ísbjørnina nærhendis havnarlagnum, har fleiri fólk hava summarhús. Løgreglan royndi fyrst at reka ísbjørnina til havs, men tá hon fór upp á land, helt løgreglan seg ikki hava annað í at velja enn at skjóta hana.

Løgreglan heldur, at ísbjørnin er umleið fimm ára gomul.