- Fólk, sum vita um bilin HM 598 at siga, eru vælkomin at venda sær til okkara við upplýsingum, sigur løgreglan í Havn. Náttina til tann 22. november ? mánanáttina ? varð ein bilur stjolin við Hoydalsvegin í Havn. Hetta er ein eldri bilur, bláur og av merkinum Ford Esscort.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilurin er ikki komin aftur í aftur enn, men tey vilja gjarna frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð bilin.
Nummarplátan er HM 598, og bilurin líkist tí, sum vit prenta saman við hesum greinastubba.
Eftir hvat skilst á eigaranum, er saknaði bilurin tó nakað eldri og sær kanska ikki so gott út sum hesin á myndini.
Løgreglan sigur, at fólk, sum kanska vita okkurt um HM 598 at siga, eru meiri enn vælkomin at venda sær til løgreglustøðina í Havn við upplýsingum.