Løgreglan lumpaði yvirgangsmenninar

Teir tríggir menninir, sum eru tiknir í Noregi fyri at hava lagt ætlanir um yvirgang, høvdu fingið fatur á einum flótandi evni, sum teir skuldu brúka til at gera bumbur við.

Men norska blaðið VG skrivar í dag, at norska trygdartænastan PST tók tað vandamikla evnið og gav teimum eitt annað evni ístaðin fyri. Evnið, sum menninir fingu, er á ongan hátt skaðiligt.

PST fekk frænir av, at teir tríggir menninir høvdu verið á apotekinum og spurt eftir evninum, sum kann brúkast til at gera bumbur við. Men eftir boðum frá PST greiddi apotekið monnunum frá, at evnið var ikki á goymslu, og at menninir tí máttu koma aftur seinni. Tá teir so komu, hevði løgreglan koyrt eitt annað skaðaleyst evni í fløskurnar, sum menninir fingu.

Tveir av monnunum vórðu tiknir í Oslo í gjár, og tann triði varð tikin í týska býnum Duisburg.