Aftur í morgun er eitt stórt ferðamannaskip komið á Havnina og bæði skip og ferðafólk hava verið sædd í hópatali kring oyggjarnar aftur í summar. Økti áhugin fyri at ferðast til Føroyar er ein veruleiki, sum løgreglan merkir á arbeiðsdegnum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir í morgun frá, at løgreglan skal umborð á hvørt ferðamannaskip, sum kemur til landið og somuleiðis verða summi flogfør kannað av løgregluni. Tað verið seg tey, sum koma frá londum uttanfyri Schengen økið.
- Í tí dagliga merkir man meira og meir, at tað eru til dømis leigubilar við útlendingum, sum eru í ferðsluóhappum og víðari. Tað er so meira av slíkum hendingum, har útlendingar eru uppíblandaðir, enn tað var fyrr, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Skipið, sum liggur við kei í Havn í dag, eitur Oriana.