Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein persónur hótti við at taka seg av døgum á einum bústaði í Miðvági.
Tann, sum boðaði frá, greiddi løgregluni frá, at persónurin var vápnaður við høglbyrsu og hótti við at skjóta.
Løgreglan sendi fólk á staðið og avbyrgdi eitt øki rundan um bústaðin, og tey fingu eisini samband við hann.
Men í hesum sambandi varð eisini ein samráðingarmaður hjá løgregluni sendur á staðið at tosa við persónin.
Løgreglan sigur í tíðindaskrivi í morgun, at persónurin læt fleiri skot av og í hesum sambandi varð eisini ein løgreglumaður raktur av høglum, men hann fekk ikki nevnivert mein.
Men avleiðingin av tí var, at løgreglan eisini skeyt eftir persóninum, og hann varð eisini raktur.
Hann fekk fyrstu hjálp á staðnum, men er síðani innlagdur á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvussu hann hevur tað. Tey siga, at av tí at løgreglan er uppi í málinum, er løgreglan í Keypmannahavn, og ríkisløgregluni, komin upp í málið
Løgreglan sigur, at tey hava ikki fleiri upplýsingar um málið enn.