Løgreglan stóra uppgávu

Løgreglan í Klaksvík sigur, at tað gekk stak væl at halda skil á teimum mongu fólkunum, sum høvdu leitað sær norður á Summar Festival um vikuskiftið.Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað neyvan fyrr hava verið so nógv fólk á sama staði í senn í Klaksvík. Festivalurin varð útseldur, og um øll nýttu sítt atgongumerki, so hava eini 7.000 fólk verið á Summarfestivali. Útvarpið segði um vikuskiftið, at eini 8.000 fólk høvdu verið á Summar Festivali. Tískil hevði løgreglan í Klaksvík eina størri uppgávu enn vanligt at røkja.
Men vakthavandi sigur, at tað var stak friðarligt. Fólk skikkaðu sær væl, og ongin harðskapur var at hóma. Talan hevur bert verið um full fólk, sum komu inn at sova. Eini trý av slagnum hava vitjað løgreglustøðina í Klaksvík og sovið sær rúsin av um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið hevði løgreglan í Klaksvík 10 mans til arbeiðis, og leygarkvøldið vóru 12 mans á vaktini.