Løgreglan tók átta fólk upp í Havn

Drukkin

Eftir øllum at døma var seinasta vikuskiftið rættiliga váttligt í Havn. Løgreglan í høvuðsstaðnum tók ikki færri enn átta fólk upp, sum vóru so mikið drukkin, at tey ikki vunnu upp hús, tá ið náttin leið, og morgunin stundaði til.
- Hesi átta  sjey mans og ein kvinna  svóvu rúsin av sær, áðrenn tey sluppu heimaftur dagin eftir, sigur løgreglan.
Vit spurdu vakthavandi, um tað er nógv at taka átta avdottin fólk upp eitt vikuskifti í Havn.
- Vikuskiftið undan hesum tóku vit ongan upp, so hetta er meira enn vanligt, sigur løgreglan, sum annars heldur, at tað var friðarligt í Havn í vikuskiftinum.