Løgreglan við kunning um Hagen-málið

Hægsta raðfestingin hjá norsku løgregluni hevur alla tíðina verið at finna Anne-Elisabeth Hagen.

 

Um tíggju dagar verða tvey ár liðin, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, og norska løgreglan heldur framvegis, at onkur hevur beint fyri henni. Kanningararbeiðið hjá løgregluni hevur í hesum tíðarskeiði kostað stívliga 26 miljónir norskar krónur - í meirútreiðslum.

Løgreglan hevur leingi verið tigandi í málinum, men í dag, nú tvey ára dagurin nærkast, er løgreglan komin við einum tíðindaskrivi, har tey siga, at kanningararbeiðið er bæði avbjóðandi og tíðarkrevjandi. 

- Sæð í ljósinum av hesum heldur løgreglan, at framdrátturin í kanningararbeiðnum er nøktandi. Tað er trupult at siga nakað um tíðarkarmin, men kanningararbeiðið kemur at halda fram so leingi, sum hetta verður mett at vera relevant, sigur løgreglan.

Ssgt verður, at kanningararbeiðið síðan hin 31. oktober í 2018, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, hevur kostað 26,1 miljónir krónur í meirútreiðslum, harav umleið 7,1 miljónir norskar krónur eru útreiðsluførdar í 2020.

Í dag arbeiða millum 30 og 40 fólk við málinum.

- Málið verður framvegis kannað á breiðum grundarlagi, men drápsástøðið er framvegis tað, sum vit meta vera tað mest hugsandi. Ástøðið um, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera rænd, ikki útilokað, og tað verður eisini arbeitt aktivt við hesum, sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, í tíðindaskrivinum.

Hægsta raðfestingin hjá løgregluni í málinum hevur alla tíðina verið at finna Anne-Elisabeth Hagen, og tískil hevur norska løgreglan eisini leitað sær altjóða hjálp. Kortløgd eru 122 ymisk støð, bæði í Noregi og í øðrum londum. 

- Her hevur verið mett um, hvørt Anne-Elisabeth Hagen kann vera á onkrum av hesum støðum, og løgreglan hevur á ymiskan hátt kannað eina røð av hesum støðum, leggur løgregluleiðarin aftrat.

Advokaturin, Gard Lier, sum umboðar horvnu, Anne-Elisabeth Hagen, sigur, at løgreglan hevur upplýst hann um støðini, sum eru og verða kannað.

- Eg havi fingið upplýsingar frá løgregluni um, at umfatandi tekniskar og taktiskar leitingar eru farnar fram, og eg havi eisini fingið vissu fyri, at hetta arbeiðið framvegis hevur høga raðfesting, sigur advokaturin við TV2.no.

##med2##

Norska løgreglan viðgongur, at tey framvegis kundu ynskt sær at fingið orð á sonevnda "hettu-mannin", sum vakmyndatól í Lørenskog-økinum hava myndir av. Hesar myndir - ella filmsbrot, ið stava frá degnum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, eru áður almannakunngjørd í norskum miðlum.

Løgreglan viðgongur, at tey hava gjørt eitt stórt arbeiði í royndini at eyðmerkja mannin, men hetta hevur tíverri higartil ikki eydnast. Eisini hevur verið roynt at funnið út av, hvussu høgur maðurin er.

- Men, kanningarnar í samband við hæddina á manninum eru ikki greiðar. Sjálvt um tað kunnu vera náttúrligar orsøkir til, at maðurin ikki hevur givið seg til kennar, heldur løgreglan tað vera illgrunavert, at hann ikki hevur sett seg í samband við løgregluna, sigur løgregluleiðarin, Agnes Beate Hemiø, aftrat.

Maður Anne-Elisabeth Hagen, 70 ára gamli miljarderurin, Tom Hagen, er framvegis undir illgruna hjá løgregluni fyri at eiga sín leiklut í, at kona hansara er horvin. Hann er framvegis skuldsettur fyri dráp - ella fyri viðvirkan til dráp av konu síni. 

Maðurin, sum nú aftur býr heima hjá sær sjálvum, hevur alla tíðina noktað seg sekan og tey trý vaksnu børnini, sum Hagen-hjúnini eiga, eru onga løtu í iva um, at pápin er ósekur, og at løgreglan er á villini leið í hesum máli.

##med3##