Løgreglan vil fanga pirat-framleiðarar

Danska løgreglan fer nú at gera meira við at fanga tey fólkini, sum framleiða falskar endurgevingar av kendum merkjavørum. Seinnu árini hava pirat-framleiðarar kunnið sovið trygt í Danmark, men leiðarin fyri Bakmanspolitiið ætlar nú at broyta hetta.

 

- Piratkopiering av kendum merkjavørum er umfatandi. Alt kann kopierast - heiligvágur, ítróttarklæði, møblar og annað - og hetta skulu vit gera nakað við, sigur Jens Madsen við danska Kringvarpið.

 

Ein frágreiðing frá OECD vísir, at millum 5 og 10 prosent av heimshandlinum er við kopivørum.

 

- Eg kundi hugsa mær at funnið fram til, hvaðani sølufólkini fáa kopivørurnar frá. Tað mugu verða nakrir bakmenn onkrastaðni. Tì hevði eg ynskt, at vit fingu eitt løgreglulið, sum arbeiddi serliga við hesum økinum, sigur leiðarin fyri Bakmanspolitiið.