Løgreglumaður var tjóvur

Ein løgreglumaður í Svøríki er settur í varðhald og skuldsettur fyri bankarán og fleiri onnur brotsverk.
Tann 17. desember í fjør rændi ein maðåur í gekkaskorti ein banka í Søderhamn, har tað eydnaðist honum at ræna fitt av pengum. Løgreglan sendi eitt væl mannað lið at leita eftir ránsmanninum, men løgreglumenninir vistu ikki, at ránsmaðurin var teirra millum. Nú er tann 36 ára gamli løgreglumaðurin tikin og varðhaldsfongslaður. Hann er skuldsettur fyri bankaránið í Søderhamn, men harafturat hava kanningar avdúkað ymiskt annað, og tí er hann eisini skuldsettur fyri hóttanir, bilstuldur og svik, skrivar Aftonbladet.
-Hetta hevur skelkað okkum øll, og vit fata ikki, at hann kundi hetta hetta ímóti sínum starvsfeløgum, sigur løgregluovastin í Søderhamn, Sten Sundqvist, við blaðið.

Clinton verður ST-umboð

ST-høvuðsskrivstovan í New York kunngjørdi í gjár, at fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton skal virka sum ST-umboðsmaður í sambandi við hjálpararbeiðið eftir flóðalduna í Suðurasia.
Síðani hann fór úr forsetaembætinum, hevur Bill Clinton verið virkin í ymsum vælgerðararbeiði. Eitt nú hevur hann lagt nógva orku í bardagan ímóti fátækradømi kring heimin, og hann hevur savnað væl av peningi til stríðið ímóti ymsum sjúkum í Afrika.
Seinasta heyst fekk fyrrverandi forsetin trupulleikar við hjartanum og mátti leggjast undir skurð, men seinastu mánaðarnar hevur hann aftur tikið lut í fleiri tiltøkum. Hann var millum annað ein av røðarunum á politisku og búskaparligu ráðstevnuni í Davos í síðstu viku.



Turrur januar

Tað kom ikki so frægt sum ein einasti dropi av himli í portugisiska høvuðsstaðnum Lisboa í síðsta mánað, og sambært veðurmonnunum hevur januar ikki verið so turrur har í meiri enn hundrað ár. Hagtølini vísa, at í januar í 1901 kom heldur eingin dropi av himli í Lisboa.
Portugisisku veðurmenninir siga, at verður hugt at øllum landinum, regnaði tað umleið 20 prosent minni í januar í ár enn vanligt. Harafturat hevur veturin verið rættiliga lýggjur við nógvari sól, og tað hevur havt við sær, at nú er lítið vatn eftir í vatnbrunnunum nógvastaðni, skrivar Reuter úr Lisboa.
Enn hava myndugleikarnir ikki gjørt av, um teir skulu seta mark fyri, hvussu nógv vatn fólk skulu brúka, men sagt verður, at teir halda eyga við støðuni.



Fílur traðkaði á venjaran

Ein 40 ára gamal amerikanskur djóravenjari doyði mánadagin, tá ein fílur traðkaði á hann.
Maðurin var djóravenjari í einum sirkusi í býnum Fort Wayne í statinum Indiana. Hann hevði verið og vant saman við fílinum, men tá hann skuldi koyra fílin inn í eitt rúm, hendi vanlukkan, skrivar AP. Av einari ella aðrari orsøk traðkaði fílurin á mannin, sum doyði alt fyri eitt. Larry Solheim, sum eigur sirkusið í Fort Wayne, sigur við tíðindastovuna, at tann 40 ára gamli maðurin og fílurin kendust væl, tí maðurin hevði verið venjari hjá fílinum í fleiri ár.
Tilburðurin í Fort Wayne er ikki óvanligur. Sambært einum felagsskapi, sum er ímóti at nýta villdjór í sirkusi, vóru fílar orsøk til 65 slíkar tilburðir í árunum frá 1990 til 2003.