Ein dómstólur í Rom hevur dømt 15 løgreglumenn fyri at hava brúkt óneyðugan harðskap ímóti mótmælisfólki í sambandi við G8-toppfundin í Genova í 2001 Allir teir 15 løgreglumenninir skulu í fongsul. Nakrir teirra skulu sita í fongsli teir næstu fimm mánaðirnar, men summir sleppa ikki út aftur fyrr enn um fimm ár.
Verjarnir hava boðað frá, at teir fara at skjóta dómarnar inn fyri hægri rætt.
Mótmælisgongurnar í Genova í 2001 eru tær ógvusligastu, sum hava verið í sambandi við fundirnar hjá G8-londunum. Eitt fólk lat lív, og fleiri hundrað fingu skaða í samanbrestum við italsku løgregluna.