Løgreglutíðindi

Úr døgnraportini hjá løgregluni

Løgreglustøðin í Havn:


14 tikin í paragraf 13


Fríggjadagin hevði løgreglan í Havn paragraf 13 kanningar. Hesar kanningar umfata m.a. kanningar av lyktunum. Eisini verða dekkini kannaði, og hugt verður eftir, at bilførararnir sita í trygdarbelti og at teir hava koyrikortið uppi á sær.

Í kanningini fríggjadagin fingu 14 bilførarar bót. 4 av hesum sótu ikki í trygdarbelti, 4 høvdu vánaligar lyktir og 6 høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, eins og kravt er.


Átta hundaeigarar bót


Frígjadagin fingu átta hundaeigarar í Havn bót fyri at lata hundar teirra ganga leysar. Løgreglan er, saman við hundafangaranum, farin í hernað móti leysgangandi hundum, og fingu í seinastu viku tilsamans 15 hundaeigarar bót fyri at lata hundar teirra ganga leysar í býnum.



Eldur settur á bil


Náttina til leygardagin klokkan 01:29 fekk løgreglan fráboðan um ein bil fekk løgreglan á Havn fráboðan um, at eldur var komin í ein bil. Løgreglan hevur kannað málið, og hildið verður, at eldurin er ásettur.

Løgreglan sigur, at hon hevur spor at ganga eftir í hesum máli.



Hýrivognur stolin

Sunnunáttina klokkan 0:24 fekk løgreglan í Havn boð um, at ein hýrivognur var stolin frá bilstøðini Auto. Løgreglan fór út at leita eftir tí stolna hýrivogninum, og varð hann funnin aftur við lendingina á Hvítanesi.

Á veg niðan til Hvítanes hevði bilurin rent á ein annan bil við Norðurlandahúsið og á ein elsteyra í Hoydølum. Tískil hevði bilurin fingið skaða.

Tað eydnaðist føraranum at sleppa sær burtur, áðrenn hýrivognurin varð afturfunnin.



Løgreglustøðin í Runavík:


Knúst stolnan bil


Leyganáttina klokkan 4:30 fekk løgreglan í Runavík fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Skipaneskrossinum. Tað var ein fullur ungur drongur, ið hevði stolið bilin og seinni koyrt útav á Skipaneskrossinum.

Hóast bilurin fekk stóran skaða, hendi ikki dreinginum nakað. Hann er skuldsettur fyri bilstuldur og rúsdrekkakoyring.


Eldur í sethúsum í Leirvík

Klokkan 5:00 leygarnáttina fekk løgreglan í Runavík fráboðan um eld í einum húsum í Leirvík. eldur var komin í komfýrin í køkinum.

Tað eydnaðist sløkkiliðinum at basa eldinum, men húsini fingu tó stóran skaða. Køkurin og gangurin brendu og restin av húsunum fekk stóran roykskaða.


Herverk í Leirvík

Leygardagin fekk løgreglan í Runavík boð um, at herverk var framt móti einum báti við bryggjuna í Leirvík. Talan var um tveir rútar í stýrhúsinum, ið vóru brotnir.

Løgreglan í Runavík upplýsir, at hon hevur illgruna um, at skotið er við byrsu í rútarnar.


Taskutjóvur í Saltangará

Leygardagin varð ein mappa stolin úr taskuni hjá eini konu, ið var stødd inni í einum handli í Saltangará. Í taskuni vóru m.a. kredittkort og eitt sindur av peningi. Løgreglan heldur seg vita, hvør framdi brotsgerðina.


Innbrot á apotekið

Náttina til sunnudagin varð framt innbrot á apotekið í Runavík. Talan er um eina handkeypsdeild, so innbrotstjóvarnir hava ikki fingið fatur á nøkrum serliga sterkum heilivági.

Málið um innbrotið á apotekið í Runavík verður í løtuni kannað.



Løgreglustøðin í Klaksvík:


Innbrot í grillbarr

Løgreglan í Klaksvík hevur havt eitt friðarligt vikuskifti. Hend eru trý smá ferðsluóhapp og onkur fullur er koyrdur til hús. Sunnunáttina fekk løgreglan í Klaksvík tó fráboðan um, at brotið var inn í eina grillbarr í býnum, har 1.000 krónur vóru stolnar.

Løgreglan í Klaksvík upplýsir, at hon hevur fingið heilar 40 sakir frá tryggingini, um nummarspjøldur, ið skulu klippast av bilum.



Løgregustøðin á Tvøroyri:


Nógv fólk í býnum men einki at gera

Løgreglustøðin á Tvøroyri upplýsir, at ein rúgva av fóliki var í býnum leygarkvøldið, tá Prix Føroyar tiltakið var á Tvøroyri. Hóast tað nógva fólki í býnum hetta kvøldið, var einki at gera hjá løgregluni. Tey ungu fólkini gjørdu ikki nógv um seg í býnum, verður sagt frá løgregluni á Tvøroyri.