Lægri oljuprísur

Bloomberg News skrivar, at oljuprísurin í morgun var tann lægsti á marknaðinum í tvær vikur. Ein stór orsøk til hetta er, at iranski forsetin, Mahmoud Ahmedinejad, hevur sagt, at hann als ikki hevur áhuga í nøkrum kríggi mótvegis USA og Ísrael. Samstundis er dollarin styrktur mótvegis evruni, og samanlagt hevur hetta givið eitt prísfall upp á 9 dollarar fyri tunnuna síðani 3. juli. Tá kostaði ein tunna av olju 145,85 dollarar. Í morgun var prísurin 137,07 dollarar fyri tunnuna.