Lægri Skatt

Sunda Kommuna hevur læðkað sítt skattaprocent. Í Írlandi er persónligi skatturin umleið 12 %. Vit mugu so avgjørt læðka skattaprocentið bæði í Havn og í Landsskattinum.

 

Johan Mortensen

Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum

Tann persónligi skatturin er alt, alt ov høgur. Við skatti, oljuavgjaldi, MVG, Als og øðrum avgjøldum eru vit fastlæst í einari fíggjarliga spennitroyggju sum darvar framburðshuginum.

Tað er ein sannroynd at lægri skattur gevur størri nøgdsemi, økt vinnulív og tá samanum kemur fær bæði borgarin og landsskassin meira burturúr.

Vit fáa bert sannan trivnað við lægri skatti. Tað er ein skandinaviskur tvangstanki at bert høgur skattur gevur vælferð.

Tvørturímóti byggur tú land við einum lágum skatti, tað eru Isle of Man og risastóri vinnulívsvøksturin í Írlandi kanska bestu dømir um.

Lægri skattur er ein átroðkandi uppgáva hjá komandi Býráðið sum eg vil stuða fult og heilt.