Lægri valluttøka enn seinast

Í høvuðsstaðarøkinum var valluttøkan klokkan 18 meiri enn fýra prosentstig lægri, enn hon var í 2004, tá 6.932 fólk høvdu valt. Hetta svarar til 49,2 prosent av teimum valbæru Seinast høvdu 7.229 veljarar, ella 53,5 prosent teimum við valrætti, sett sín kross klokkan 18.

Ingibjørg Berg, valstýrisformaður, væntar, at hendan lægri valluttøkan helst fer at halda sær, til valhølini lata aftur klokkan 20. Sostatt týðir alt uppá, at samlaða valluttøkan í høvuðsstarøkinum verður nakað væl lægri enn seinast.

Tilsamans 14.083 veljarar hava valrætt í Tórshavnar kommunu, sum umframt Tórshavn umfatar Argir, Kaldbak, Kollafjørð, Nólsoy, Hest og Velbastað.