Løgtingið setti formansskapin til viks

Formansskapurin í Løgtinginginum mælti fyri lítlari løtu síðani Løgtinginum til at burturvísa eitt uppskot um illa umstrídda svartkjaftabýtið hjá Jacob Vestergaard. Men Løgtingið setti formansskapin til viks og tí er uppskotið til viðgerðar kortini Orsøkin til, at formansskapurin vildi hava uppskotið burturvíst, er, at tað stendur í uppskotinum, at .....Løgtingið staðfestir, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, Føroyar við samráðingum hava rokkið ella eftir altjóðalóg eiga uttan fyri føroysku landleiðirnar, framhaldandi er og verður ogn Føroya fólks.....

Hergeir Nielsen sigur, at hetta stendur í lógini um vinnuligan fiskiskap og skal tað staðfestast, skal tað gerast í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Tað stendur eisini í uppskotinum, sum ætlanin var at burturvísa, at ....skiftið frá gomlu skipanini við felagskvotu í svartkjaftaveiðuni til býtið og lutingina av kvotum út á einstøk skip í 2009 er ein fyribils loysn, sum bara er galdandi fyri árið 2009.

Ongar rættarligar bindingar yvirhøvur liggja í hesum býti/býtisfrymli eftir ársskiftið

2009/2010, harvið eiga tær almennu Føroyar, ígjøgnum Føroya landsstýrið, treytaleysan rætt og fullar heimildir og heilt og fult virkisfrælsi hesum viðvíkjandi eftir 1. januar 2010, t.v.s., í evsta føri rættin at venda aftur til upprunaskipanina við felagskvotum......

Løgtingsformaðurin segði, at ein tulking av lógini um vinnuligan fiskiskap, kann ikki gerast í við eftirfylgjandi samtykt. Er neyðugt at útgreina, hvat liggur í lógartekstinum, skal tað gerast við eini broyting til lógina um vinnuligan fiskiskap.

Og í triðja langi stendur í uppskotinum, at ......Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal í stundini boða feløgunum og skipunum frá, sum hava fingið útlutaðar svartkjaftakvotur fyri kvotuárið 2009, at útlutaða kvotan bara er galdandi fyri 2009 og frá dagsettum degi er uppsøgd at ganga út ultimo 2009, og hann skal í fráboðanini samstundis staðfesta, at hann hevur fult virkisfrælsi til treytaleyst og kostnaðarleyst at venda aftur til útgangsstøðið, sum er, at gagnnýtslan av føroysku svartkjaftakvotuni aftur skal vera úr felagskvotu, undir ræði landsstýrisins soleiðis, at fiskiveiðan frameftir kann skipast eftir einum leisti, sum politiska skipanin kann semjast um....

Í hesum sambandi segði formansskapurin komin til ta niðurstøðu, at uppskot, sum áleggja landsstýrinum at útinna fyrisitingina og heimildina ávísan hátt, eigur at verða burturvíst.

Men Løgtingið tók ikki hetta til eftirtektar, tí 12 atkvøddu fyri at burturvísa málið, ein atkvøða var blonk og 14 atkvøddu fyri at Løgtingið skuldi viðgera málið kortini.

Og tann viðgerðin er í løtuni.