Løgtingið skal enn eina ferð taka støðu til samkynt hjúnalag

Tann 6. november í ár skal fólkaatkvøða verða, har veljarin skal fáa høvi til at siga sína hugsan um tær broytingar, sum vórðu gjørdar í hjúnabandslógini í fjør, og sum høvdu við sær, at eisini samkynd sluppu at giftast.

Tað vilja teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Og tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at halda fólkaatkvøðu um tað skal vera loyvt samkyndum at giftast.

– Endamálið er at geva Føroya fólki møguleika at siga sína hugsan um broytingarnar, sum vórðu gjørdar í hjúnabandslógini í fjør, siga teir báðir Løgtingsmenninir.

Teir vísa á, at tá ið málið um hjúnabandslógina var til viðgerar í Løgtinginum, varð fleiri ferðir spurt, hví samgongan ikki vildi lata fólkið siga sína hugsan á fólkaatkvøðu.

Teir vísa eisinni á, at undan seinasta vali lovaði tann eini samgonguleiðarin, Høgni Hoydal, púra greitt, at vildu minst 13 løgtingslimir hava fólkaatkvøðu um eitt týðandi mál, vildi hann taka undir við tí – eisini um hann sat í samgongu. Men lyftini hava ikki hildið, siga Jenis av Rana og Bill Justinussen.

Men teir leggja kortini afturat, at Høgni Hoydal hevði lagt dent á, at talan skuldi vera um týðandi mál, og at málið um broytingar í hjúnabandslógini ikki kundi sigast at vera so týðandi.

Tað eru Bill Justinussen og Jenis av Rana ikki samdir í. Teir vísa á, at í fleiri londum verða broytingar í hjúnabandslógini mettar at vera sera týðandi og tí nógv lond havt fólkaatkvøðu um spurningin.

Teir siga, at hóast Høgni Hoydal kanska ikki heldur, at broytingarnar í hjúnabandslógini er eitt týðandi mál, eru tað kortini nógv ið halda, at broytingarnar hava sera stóran týdning fyri føroyska fólkið.

Nøkur halda at tað er týdningarmikið tí tey halda, at eisini persónar av sama kyni skulu hava rætt til at giftast. Onnur halda at tað er týdningarmikið tí tey halda, at samkynt hjúnaband ikki er í samsvari við kristnu læruna, siga miðfloksmenninir.

Men Bill Justinussen og Jenis av Rana leggja kortini dent á, tey samkyndu hjún, sum longu eru gift, skulu varðveita síni rættindi, hóast meiriluti skuldi verið á fólkaatkvøðuni fyri at fara aftur til skipanina, har hjúnabandið er ímillum mann og kvinnu, og Løgtingið síðani staðfestur úrslitið av fólkaatkvøðuni.