Samanleggin
Fyri trimum vikum síðan samtykti løgtingið uppskotið hjá landsstýrismanninum, Jacobi Vestergaard, um sjálvbodna kommunusamanlegging.
Sambært løgtingslógini verða sjey sonevnd samstarvsøki í framtíðini. Tey eru Suðuroy, Sandoy, Eysturoy, Suðurstreymoy, Norðoyggjar, Vágar og Sunda kommuna, sum eisini kemur at fevna um Eiðis kommunu.
Eftir tilmæli hjá meirilutanum í rættarnevndini sleppa kommunurnar Vestmanna og Kvívík saman at velja, um tær vilja hoyra til Vágar, Sundalagið ella Suðurstreym.
Semjast kommunurnar ikki um samanlegging, tekur landsstýrismaðurin í kommunumálum avgerðina innan 1. oktober 2009.
Málið um sjálvbodna kommunusamanlegging kom á tingborð í fjør heyst, men eftir triðju viðgerð í løgtinginum stutt fyri jól varð tað beint aftur í rættarnevndina, tí tinglimir hildu ikki, at málið var nóg greitt. Tað var løgtingslimurin, Kári P. Højgaard, sum átti uppskotið um at lata málið fara aftur í nevnd.
Eiði einki val
Í endaliga uppskotinum, sum løgtingið samtykti, sleppa Kvívik og Vestmanna sum nevnt at velja millum Vágar, Sundalagið og Suðurstreym. Bæði Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin hildu, at Eiðis kommuna eisini eigur at sleppa at velja millum Sundalagið og Eysturoynna, men tað helt løgtingið í endaligu samtyktini so ikki. Tí hevur Eiðis kommuna sambært samtyktu løgtingslógini ongan valmøguleika.
Í dag undra eiðisfólk seg yvir, at fjølmiðlarnir hava gjørt so lítið burtur úr hesum partinum av málinum.
- Løgtingslógin um sjálvbodna samanlegging sigur, at vit bert hava ein møguleika. Skulu vit leggja saman, skal tað verða við Sunda kommunu. Vit halda, at minsta kravið hjá okkum í kommununi má vera, at vit hava tveir møguleikar – Sunda kommunu og Eysturoynna, um vit yvirhøvur skulu leggja saman. Vit halda, at hetta “luktar” av politikki, siga fólk í Eiðis kommunu, sum Sosialurin hevur tosað við.
Borgarstjórin samdur
Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Anfinnur Kruse, er púra samdur við fólki í Eiðis kommunu um, at skal kommunan í framtíðini leggja saman, eigur fólkið í øllum førum at hava tveir møguleikar.
- Eg haldi slett ikki, at fólk í kommununi ganga og hugsa um samanlegging, og tað ger bygdaráðið heldur ikki. Men verður tað so, at vit verða trýstir til samanlegging, hevur tað stóran týdning fyri okkum, at bygdaráðið fær møguleikan at samráða seg til tveir sáttmálar, sum fólk síðan kunnu taka støðu til á eini fólkaatkvøðu. Málið fer sjálvandi eisini at snúgva seg um, hvar Eiðis kommuna røkkur bestu avtaluni. Tí eri eg púra samdur við teimum, sum halda, at fólkið í kommununi eigur at hava meira enn tann eina møguleikan – ikki minst sæð í ljósinum av, at Kvívík og Vestmanna hava tríggjar valmøguleikar.
Undrunarvert
Anfinnur Kruse sigur, at landsstýrið í sambandi við hetta lógararbeiðið sendi út eitt hoyringsskriv til kommunurnar um sjálvbodna samanlegging.
- Í svarskrivinum, sum vit sendu innlendismálaráðnum, søgdu vit okkum fegnast um, at landsstýrið ikki legði upp til tvungna samanlegging, men vit søgdu okkum samstundis undrast yvir, at teir høvdu valt at taka Eiðis kommunu burtur úr Eysturoynni, sum kommunan er ein náttúrligur partur av.
Borgarstjórin vísir á, at í tí fyrsta upplegginum skuldu bæði Eiðis kommuna og Funnings kommuna leggja saman við Sunda kommunu, men seinni varð Funnings kommuna so tikin burtur úr og fær møguleikan at leggja saman við Eysturoy.
- Jú, eg má siga, at hetta tykist okkum rættiliga undrunarvert, og vit duga ikki at skilja, hvat liggur aftanfyri hetta mál.
Anfinnur Kruse sigur seg ikki duga at meta, hvønn veg fólk í Eiðis kommunu vildu farið, um ein samanlegging gjørdist aktuell, og hann vil heldur einki siga um, hvønn veg hann heldur, at bygdaráðið hellir í hesum máli.
Góð kommuna
- Vit hava eina væl rikna og væl útbygda kommunu, sum hevur at kalla allar fasilitetir, og tí hava vit slett ikki gjørt okkum nakrar tankar um samanlegging við aðrar kommunur. Vit klára okkum sjálvi, men saman standa kommunurnar sjálvandi sterkari.
Hann leggur aftrat, at Eiðis kommuna hevur samstarv við Sunda kommunu um felagsskúlan á Oyrarbakka og um lækna og barnavernd. Hinvegin samstarvar kommunan við hinar kommunurnar í Eysturoy um eitt nú Røktar-og Ellisheimið í Runavík.
Borgarstjórin vísir hinvegin á, at tað fara nógv ting fram í Sunda kommunu í dag, sum Eiðis kommuna slett onga ávirkan hevur á.
- Eg haldi, at landsins myndugleikar hava skyldu til at geva fólkinum í Eiðis kommunu ein valmøguleika, um alt tos um samanlegging ein dag endar við, at tvungin samanlegging kemur upp á tal. Vit vita jú ikki, hvat bíðar fyri framman, og vit vita heldur ikki, um samanleggingin verður sjálvboðin sum frá líður, sigur Anfinnur Kruse.
Alfred og Poul
Hann vísir á, at sambært løgtingslógini um sjálvbodna samanlegging halda landsins kosnu menn og kvinnur, at Eiðis kommuna er ein náttúrligur partur av Sunda kommunu.
- Men her í kommununi eru tað nógvir borgarar sum halda, at vit eru ein náttúrligur partur av Eysturoynni, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at tá ið málið eftir triðju viðgerð varð beint aftur í rættarnevndina, vóru umboð fyri bygdarráðið á fundi í rættarnevndini.
- Vit vístu á svarskrivið, vit høvdu sent innlendismálaráðnum og hildu, at rættarnevndin á fundinum skilti okkara sjónarmið um valmøguleikar.
Borgarstjórin í Eiðis kommunu
heldur, at tað var sambandsmaðurin og formaðurin í rættarnevndini, Alfred Olsen, sum sveik fólkið í Eiðis kommunu í hesum máli – og umboð Fólkafloksins í rættarnevndini, Poul Michelsen, møtti slett ikki upp, tá ið okkara umboð vóru á fundi við rættarnevndina.
-- Tað er nú einaferð so, at
fólkafloksmaðurin, Heðin Zachariassen, eisini er borgarstjóri í Sunda kommunu, og tí hildu vit tað vera óheppið, at fólkafloksumboðið ikki møtti – uttan at skula leggja nógv meira í tann samanhangin, sigur Anfinnur Kruse.
Spennandi tíð
Vit spurdu eisini borgarstjóran í
Eiðis kommunu, um hann metir, at tað eru limir í bygdaráðnum, sum telir sjey, ið eru fyri samanlegging í løtuni.
- Nei, eg meti ikki, at nakar av bygdaráðslimunum er fyri at leggja saman við aðrari kommunu í løtuni. Vit ganga eini spennandi tíð á møti í kommununi - við nýggjum og stórum barnagarði, sum verður liðugur um eitt ár, nýggjum fótbóltsvølli, sum verður lagdur í Hólmanum, nógvari sethúsabygging í kommununi, og haraftrat ætla vit okkum at útbyggja atløguviðurskiftini, sigur Anfinnur Kruse.