Løgtingið skal nú taka politiska órinið frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni.
Tað hendir, nú fútin ætlar at ákæra hann fyri at hava brotið sína fráboðanarskyldu sum kommunulækni í einum málið um kynsligt misbrúk.
Men løgtingslimir kunnu ikki ákærast uttan víðari, tí fyrst skal Løgtingið taka politiska órinið frá honum.
Og tað fer fútin nú at biðja Løgtingið gera.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, sigur, at ein slík umbøn frá fútanum kemur fyrst til viðgerðar í formansskapinum. Er formansskapurin samdur í, at órinið skal takast frá fútanum, leggur hann uppskot fyri Løgtingið, sum so tekur tað til viðgerðar.
Slík mál plaga at verða avgreiðsluspurningar, sum Løgtingið samtykkir rættiliga skjótt og løgtingsformaðurin sigur, at tá ið ein slík áheitan kemur frá fútanum, fer Løgtingið ikki at drála við at viðgerða tað.
Les eisini greinina: Jenis av Rana droymdi ikki um blíva ákærdur.