Løgtingsgrannskoðari øtast: Onki skil á roknskaparhaldinum hjá landskassanum

? Roknskapirnir hjá landskassanum eru trý ár afturútsigldir. Tað er grovt brot á stýrisskipanarlógina og ger tað ógjørligt at hava eftirlit við landshúsarhaldinum, sigur formaðurin fyri løgtingsgrannskoðararnar

?Tann seinasti roknskapur hjá landskassanum, sum er liðugur, er tann fyri 1994.

? Sostatt fremur landsstýrið grovt brot á stýrisskipanarlógina.

Men samstundis førir tað við sær, at løgtingsgrannskoðararnir ongan livandi møguleika at røkja sína skyldu, sum er at ansa eftir, at landshúsarhaldið verður forsvarliga umsitið.

Hergeir Nielsen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar sigur, at hann er ikki sørt skelkaður, nú hann, saman við restini av løgtinginum fer undir tað fyrstu tingsetuna eftir valið 30. apríl.

Hann sigur, at tað hevur skelkað seg at varnast, hvussu lítið skil er í roknskaparhaldinum hjá landskassanum.

? Tað er ein rokaður køstur, sum tvey tey undanfarin landsstýri leggja seg seg, og sum tað nú verður okkara trupla uppgávu, at royna lempa tóman, sigur hann.

Tað, sum Hergeir Nielsen sipar til, er roknskaparhaldið hjá Landskassanum.

? Eftir stýrisskipanarlógin skulu roknskapirnir hjá landskassanum verða liðugir at leggja fram seinast eitt hálvt ár eftir árslok.

? Tvs, at longu fyri einum mánaða síðani, tann 1. juli, skuldi roknskapurin fyri 1997 verið liðugur og klárur at lagt fyri løgtingið.

? Men hann er verri enn so liðugur enn.

Tað er tó ikki tað ringasta. Tí Formaðurin fyri løgtingsgrannskoðararnar sigur, at seinasti roknskapur hjá landskassanum, sum er lagdur fram, er tann fyri 1994.

? Sostatt er landsstýrið heili trý ár afturútsiglt við sínum egnu roknskapum, sigur Hergeir Nielsen.


Onki eftirlit

Formaðurin fyri løgtingsgrannskoðararnar sigur, at 23. juli í ár gjørdu grannskoðararnir landsstýrinum vart við, at í sambandi við roknskaparhald landskassans verða álvarsom brot framd á stýrisskipanina dag og dagliga.

? Skyldan hjá løgtingsgrannskoðarunum er at ansa eftir, at allar inntøkur og allar útreiðslur landskassans eru bókførdar í roknskapin og at ongin útreiðsla er goldin uttan heimild fíggjarlógini, ella við aðrari heimild.

? Ella sagt við øðrum orðum hava vit stutt sagt skyldu til at ansa eftir, at tað verður húsast forsvarliga við landskassans pengum.

? Men nú eru vit komnir eftir, at onki skil er á hesum viðurskiftum fleiri ár aftur í tíðina.

? Og vit hava ongan møguleika at ansa eftir hesum so leingi, sum landsstýrið áhaldandi brýtur sjálva stýrisskipanina á hesum øki og fer so lætt um.

? Tað vil so aftur siga, at tað lóggevandi valdið, løgtingið, hevur ongan møguleika at hava nakað sum helst eftirlit við tí útinnandi valdinum, sum er landsstýrið.

? Ja, støðan er enntá tann, at heili tvey landsstýri hava lagt frá sær, uttan at løgtingið hevur havt tann allarminsta møguleikan at kanna eftir, hvussu forsvarliga tey hava húsast við skattaborgarans pengum.

Hergeir Nielsen vísir m.a. á, at tað er eisini ómøguligt at lata ein landsstýrismann standa til svars fyri møguliga yvirnýtslu, tá ið tað gongur so long tíð, áðrenn roknskapirnir verða gjørdir upp.

Ábyrgd landsstýrismanna er sostatt bara bara eitt eiti, uttan innihald.

?Tað er eisini ómøguligt at stýra einum landi á henda hátt, tí ein tann allarfyrsta fortreytin er, at tær roknskaparligu fortreytirnar eru í lagi.

? Men tað ringasta hjá tinginum er tó at vit vera noytt at ásanna, at Føroyar eru ikki førar fyri at halda sína egnu stýrisskipanarlóg.

Eisini heldur hann, at tað er margháttligt hjá tinginum at hoyra tosið um eykajáttanir á fíggjarlógini fyri í ár til ymisk endamál, tá ið ongi roknskapartøl eru komin á borðið, hvørki fyri farna ár, og enn og minni fyri 1996 og 1995.


Karsten skal svara

Formaðurin fyri løgtingsgrannskoðararnar sigur, at hendan støðan, sum landskassin er komin í, hvussu ótrúliga aftaliga hesi bæði seinastu landsstýrini hava raðfest fíggjarstýringina av hesum landi.

Heirgeir Nielsen sigur, at brotini á stýrisskipanarlógina verða mett at vera so álvarslig, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at vera biðin um at svara eini røð av spurningum um hesi viðurskifti, tó at hesin landsstýrismaðurin er so nýggjur í starvinum, at hesir trupulleikarnir kunnu ikki skuldskrivast honum

?Men tað verður neyðugt hjá honum at rubba seg álvarsliga og at fáa skil á sínum málsøki, sigur Hergeir Nielsen.


Uttan úrslit

Hergeir Nielsen sigur, at trupulleikin er ikki nýggjur, tí løgtingsgranskoðararnir vita, at landsgrannskoðarin hevur gjørt vart við hesi óregluligi viðurskifti í fleiri ár, men til fánýtis.

? Vit vit eisini, at landsgranskoðarin fyri meiri enn einum ári síðani boðaði landsstýrinum frá, at ein neyðætlan mátti gerast alt fyri eitt , so at gjaldsstovan kom uppundan, tí støðan var kaotisk og trupulleikarnir bara hópaðu seg upp.

? Somuleiðis vita vit, at gjaldsstovan boðaði frá í á heysti í 1997, at hon kom uppundan seinni í árinum. Men tað var uttan úrslit, tí í februar í ár vóru primopostarnir í 1996, tað er fíggjarstøðan 1, januar í 1996, framvegis ikki lagdir inn og tá lá nógv avstemmingsarbeiði enn á láni, men tað skuldi gerast í paríl.

? Í mai lógu hesir trupullikar enn á láni.

? Í juni í ár varð upplýst, at hvørki 1995 ella 1996 vóru liðug og primopostarnir fyri 1996 vóru ikki enn tastaðir lagdir inn og at avstemmingsarbeiði enn lá á láni.

? Ikki fyrrenn 19. juli vóru primopostarnir fyri 1996 innlagdir.

? Men enn var stórt arbeiði eftir at avstemma millumrokningskonti, har ein hópur ikki stemmaði.

? Sostatt má staðfestast, at roknskapir landskassans tey seinastu trý árini liggja í einum babylonskum ruðulleika.

Hergeir Nielsen sigur, at nú ólavsøkurøða løgmans kemur til viðgerar í hesi vikuni fer hann at reisa máli um roknskapirnar hjá landskassanum. M.a. ætla hann at spyrja løgtingið, hvat tað ætlar at gera við slík áhaldandi og grov brot á stýrisskipanarlógina.