- Frágreiðingin frá Løgtingsins Umboðsmanni setir spurningar, sum skulu kannast. Men frá kanning til møguliga ákæru er langur vegur. sigur Anfinn Kallsberg. Ikki óvæntað tekur Anfinn Kallsberg, limur í Rættarnevndini, ikki undir við tilmælinum frá meirilutanum í nevndini, sum mælir Løgtinginum til, at seta eina §25 nevnd at fyrireika rættarligar ákærur móti Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard. Í viðmerkingunum í álitinum hjá Rættarnevndini sigur Anfinn Kallsberg:
»Áðrenn nøkur ákæra yvirhøvur kann koma upp á tal, mugu teir ákærdu hava at vita, hvat teir eru ákærdur fyri, og hvørji rættindi teir hava. Í hesum sambandi skal eisini verða víst á, at niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni er, at tað ikki er grundarlag fyri at staðfesta, hvønn leiklut fyrrverandi landsstyrismaðurin í vinnumálum hevur havt í málinum«.
Men tað er eisini annað og meiri álvarsamt, sum er farið fram.
- Tað eru eisini fleiri løgfrøðilig ivamál í sambandi við frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Eitt nú vil umboðsmaðurin vera við, at fyrrverandi landsstyrismaðurin í vinnumálum skal hava verið ógegnigur at taka støðu í málinum. Hettar er beinleiðis skeivt. Tað var aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, sum var ógegnigur, og harvið tekur hann alt aðalráðið við sær, sum eru undir hansara virkisøki, sigur Anfinn Kallsberg í viðmerkingunum.
Og hann greiðir frá: »Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at gegnisreglurnar bert virka niðureftir og ikki uppeftir. Hetta er væl lýst í løgfrøðiliga lesnaðinum. Tað er tí einki grundarlag fyri at staðfesta, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum var omanfyri aðalstjóran, skal hava verið ógegnigur«.