Talan er um Ingolf Sólheim Olsen, sum síðani 2015 hevur verið løgtingsmaður fyri Tjóðveldi sum varamaður fyri Magna Arge, fólkatingsman. Eitt skifti í 2016 og í 2017 røkti Magni Arge bæði løgtings- og fólkatingsstarvið í senn, tá var Ingolf Sólheim Olsen eisini út í myrkrinum í nakrar mánaðir.
Men nú er tíðin hjá honum sum løgtingsmaður farin við alla – í øllum førum hesu megin løgtingsvalið. Tí tá Magni Arge aftur tók sæti á tingi, so misti Ingolf Sólheim Olsen sessin á tingi.
Men ikki nóg mikið við tí. Varamenn á tingi eru so illa tryggjaðir, at teir missa lønina samstundis sum teir missa starvið.
Løgtingsfólk gera sjálvi av løn og setanartreytir. Sannast má, at tingfólk hava gjørt stóran mismun millum valdu tingfólkini og varafólkini. Nøkur varafólk eru altíð á tingi, tí tey tingfólk, sum fara í landsstýrið, skulu samstundis leggja tingsessin frá sær. Tí eru átta varatingfólk á tingi, sum røkja starvið fyri tey átta, sum sita í landsstýrinum. Harumframt hevur Magni Arge, fólkatingsmaður, havt farloyvir frá Løgtinginum, eins og Sjúrður Skaale, sum ikki er valdur, men sum hevur farloyvi frá einum sessi sum varamaður á tingi.
Ingolf Sólheim Olsen sigur soleiðis:
– Fyri fáum vikum síðani tók eg sum politikari lut í altíð áhugaverda ársfundinum hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS). Í dag mátti eg aftur á gátt har, men hesaferð sum brúkari, nú eg fríggjadagin var loystur úr løgtingssessinum, sum eg havi røkt sum varamaður. Sum varamaður á tingi hevur tú ikki rætt til bíðiløn, men missir inntøkuna í somu løtu, tú missir sessin.
Eg eri fegin um og errin av, at vit í Føroyum eiga eina so samhaldsfasta skipan sum ALS :-).
Fólkatingslimir duga eisini væl at gera sær góðar lønarskipanir. Ein fólkatingsmaður fær bíðiløn í upp til tvey ár, um hann hevur sitið á tingi í fýra ár ella meira.