Løgtingsmaður vil nú hava tølini fyri Eysturoyartunnilin á borðið

Leiðslan noktar at upplýsa, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum tunnilin, men nú er landsstýrismaðurin biðin um at leggja tølini á borðið

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vil nú hava tølini á borðið fyri, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tí hevur hann nú sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum ein formligan fyrispurning um hetta, og nú hevur landsstýrismaðurin nakrar dagar at svara spurninginum.

Annars hevur leiðslan í felagnum, sum rekur tunnilin, noktað at upplýst, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum tunnilin. Tey siga, at tey vilja hava arbeiðsfrið at útvega neyðug hagtøl fyri at fáa greiðu á, um prísirnir eru akkurát teir røttu.

LES EISINI: Vilja ikki út við tølum um ferðsluna

LES EISINI: Vil Ikki út við tølunum

Tað, løgtingsmaðurin vil hava at vita, er, hvussu nógvir bilar hava koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin, síðan hann lat upp tann 19. desember, og hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvir bilar hava koyrt ígjøgnum hann um dagin, um vikuna og um mánaðin.

Og somuleiðis vil hann hava at vita, hvussu nógv koyra eftir eftir tí upprunaliga vegnum, og hvussu stórur missur hetta er fyri samfelagið, at ikki fleiri bilar brúka tunnilin.

 – Áðrenn Eysturoyartunnilin varð liðugur metti Landsverk, at samfelagsvirðið fór at liggja um 100 milliónir um árið í spardari tíð, lægri bensinnýtslu, minni sliti á akfør og vegir – í og færri ferðsluóhappum, t.v.s. í tryggingum og heilsuverk, sigur Jaspur Langgaard.

Men síðani hevur nógv verið frammi um, at tað eru alt ov fáir bilar, sum koyra ígjøgnum tunnilin tí at tað er ov dýrt og sostatt eru +abendingar um at ferðslan í Eysturoyartunlinum er minni enn vænta.

– Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum tilber, og tað fær tað bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin, sigur Jaspur Langgaard.