- Vit eiga at taka viðgerðina upp, um vit skulu gera hassj, og onnur bleytari rúsevni lóglig í Føroyum.
Tað heldur Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sæti á Løgtingi í hesum døgum sum varamaður fyri Framsókn.
Hann leggur kortini dent á, at hetta er ikki støðan hjá Framsókn, men at hetta er hansara egna áskoðan. Hann vísir á, at í tí umhvørvinum, hann ferðast í, eru bleytaru rúsevni ikki heilt óvanlig.
Men hann heldur, at tað eru tey hørðu rúsevnini, sum gera tann stóra skaðan og smildra menniskjalagnur. Men tað er stórur munur á hørðum og bleytum rúsevnum.
- Vit hava valt at kriminalisera tey, sum brúka bleytari rúsevni og vit eiga at viðgera spurningin um at gera hassj, marihuana, og kanska onnur bleytari evni, lóglig í Føroyum
Hann heldur, at tað so hevði borið til at havt eftirlit við innflutninginum og, hvørji evni eru í tí.
- Samstundis hevði landskassin fingið avgjald av evnunum, og tað mátti verið frægari, at havt innflutningundir eftirlitið, heldur enn at ríka narkobarónar upp.
Og hann heitir beinleiðis á løgtingslimir um at taka spurningin upp, tí hann ivast ikki í, at hann kemur upp, fyrr ella seinni.