Næstu mánaðirnar verður valfepurin stórur í Føroyum. Í seinasta lagi hósdagin 19. januar 2012 verður løgtingsval. Tað er møguleiki fyri, at valið verður fyrr enn so, men higartil hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, aftur og aftur sagt, at valið verður, tá ið valskeiðið verður liðugt.
13. november vera tað fýra ár síðani, at fólkatingsval var. 13. november í ár verður sunnudag. Í Danmark plaga tey ikki at hava val sunnudag. Í 1990, 1994 og 1998 vóru fólkatingsvalini hósdagar, men annars hava nógv tey flestu valini í Danmark verið týsdagar.
Um Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, ikki skrivar val út, áðrenn skeiðið verður lokið, so er góður møguleiki fyri, at valið verður síðsta týsdagin undan 13. novmber, og tað er týsdagin 8. november.
Tað er áhugavert, at møguleiki er fyri fólkatingsvali týsdagin 8. november. Hetta er nevniliga tann dagurin, sum tað síðani 2. heimsbardaga oftast hevur verið løgtingsval. Nítjan løgtingsval hava verið síðani kríggið, fjúrtan ferðir hava valini verið í november, og níggju ferðir hevur valið verið 8. november.
At valdagurin í 1970 varð broyttur frá 8. og til 7. november komst av, at 8. november var sunnudagur. Í fleiri londum er valið altíð sunnudag. Valið hjá okkum er ongantíð sunnudag, og tá ið tað sambært lógini ikki skulu vera meiri enn fýra ár millum valini, so varð valdagurin í 1970 framskundaður til leygardagin 7. november.
Tá ið næsta C-E-A samgongan skrædnaði á heysti í 1980 varð valdagurin ásettur at vera 8. november. Tá ið samgongan millum A-B-E skrædnaði á heysti í 1990 var freistin ov stutt at útskriva val at vera gamla valdagin. Tí var valið 17. november.
Í 1994 var valið 30. apríl, tí Edmund Joensen, ið tá var løgmaður, útskrivaði val at vera, áðrenn valskeiðið var liðugt. Valið í januar 2004 var útskrivað orsaka av ósemju millum samgonguflokkarnar, sum vóru A-E-D-H.
Lógin um løgtingsval sigur, at valdagurin skal vera í minsta lagi fýra vikur og í mesta lagi fimm vikur, eftir at løgmaður ella løgtingið hava gjørt av, at tað skal vera løgtingsval. Freistin fyri fólkatingsvali er í minsta lagi tríggjar vikur, eftir at valið er útskrivað.
Løgtingsval 1945-2008
Ár Dagfesting Vikudagur
1945 6. november týsdagur
1946 8. november fríggjadagur
1950 8. november mikudagur
1954 8. november mánadagur
1958 8. november leygardagur
1962 8. november hósdagur
1966 8. november týsdagur
1970 7. november leygardagur
1974 7. november hósdagur
1978 7. november týsdagur
1980 8. november leygardagur
1984 8. november hósdagur
1988 8. november týsdagur
1990 17. november leygardagur
1994 7. juli hósdagur
1998 30. apríl hósdagur
2002 30. apríl týsdagur
2004 20. januar týsdagur
2008 19. januar leygardagur