Lágur miðalprísur fyri stórar nøgdir

Av toski var tað mesta toskur 4, sum fekk miðalprísin góðar 9 krónur fyri kilo, og besti miðalprísur fyri hýsu var einans 8,71 krónur fyri kilo. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 600 tons á uppboði. Hetta er ein munandi størri nøgd enn tað, vit síggja ein vanligan søludag á fiskamarknaðinum.

Sølan fyri hesi 600 tonsini gav tilsamans góðar 6,4 miljónir krónur.

Av hesum 600 tonsunum vóru 185 tons av toski, 132 av hýsu, 112 av longu og 80 tons av brosmu.

Sløk 80 tons vóru av toski 4, sum fekk miðalprísin 9,02 krónur fyri kilo.

Hýsa hevði lágan prís á marknaðinum í gjár, og besti miðalprísurin fyri hýsu var einans 8,71 krónur fyri kilo, sum var fyri bestu hýsustøddina.

Besti miðalprísur fyri longu var 11,98 krónur, og besti miðalprísurin fyri brosmu var 8,98 krónur fyri kilo.

Sum heild vóru fiskaprísirnir lágir á marknaðinum í gjár, og miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 10,86 krónur fyri kilo.