Íløgur í Íslandi við fyrimuni

Íslendska fyritøkan Sardius er í Føroyum í hesum døgum í Føroyum at bjóða føroyingum at gera íløgur í Íslandi

Nú er lagaliga løtan at gera íløgur íÍslandi.

Í hesum døgum er íslendska fyritøkan Sardius í Føroyum fyri at bjóða føroyingum at gera íløgur í Íslandi.

Stjórin í Sardius, Halldór Pálsson, sigur, at løtan nú er júst hin rætta.

Húsa- og íbúðarprísirnir er í løtuni minst 20% undir marknaðarprísunum fyri góðum mánaði síðani, og hartil er íslendska krónan lækkað niður í næstan einki, sigur Halldór Pálsson.

Hann mælir tí føroyingum til, at gera íløgur í »betong« í Íslandi, tí tað hjálpir íslendska búskapinum við útlendskum íleggjarum, samstundir sum føroyingar gera eina góða íløgu.

Føroyingar kunnu gera íløgur í hús ella íbúðir ella aðrar bygningar í Íslandi, halda upp á hesar íløgur í eini tvey ár, fyri síðani at kunna selja aftur við góðum vinningi, sigur Haldór Pálsson.

Hann bjóðar inn til kunnandi fund á Hotel Streym í morginb klokkan 17, har hann fer at greiða nærri frá møguleikunum hjá føroyingum í Íslandi. Øll áhugað eru vælkomin.