Aldursmarkið fyri at koyra prutl, skal nú lækkast niður í 15 ár.
Tað ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um kollveltandi broytingar í ferðslulógini.
Ein broyting er, at hereftir skulu tað vera tvey sløg av prutlum. Annað slagið er lítil prutl, sum kunnu koyra 30 kilometrar um tíman. Hitt slagið eru tey stóru prutlini, sum skulu kunna koyra 45 kilometrar um tíman.
Aldursmarkið fyri at koyra stór prutl er 18 ár í dag og tað krevst koyrikort til motorsúkklu.
Men nú er ætlanin at lækka tað niður í 16 ár.
Men aldursmarkið fyri at koyra lítil prutl, sum altso eru tey prutlini, sum kunnu koyra 30 kilometrar um tíman, skal lækkast niður í 15 ár.
Men afturfyri verða nú strangari reglur settar fyri at fáa koyrikort til lítil prutl.
Sum støðan er nú, er ongin frálæra í at koyra lítil prutl, men nú er ætlanin, at undirvísing í teori og koyring skal vera valfak í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.
Hinvegin skulu tað vera koyrilærarar, sum hava undirvísingina um hendi til koyrikort til stórt prutl
Men í báðum førum er tað Akstovan, sum skipar fyri sjálvari royndini gevur teimum eitt vanligt koyrikort til hesar koyrikortbo?lkar.
Viðkomandi og neyðugt
Nú Johan Dahl leggur uppskotið fyri Løgtingið, hevur hann eisini havt samband við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum.
Hann heldur, at undirvísing til koyrikort til henda aldursbo?lk, í t.d. 9. flokki, er ein viðkomandi og neyðug ætlan, um hetta kann læra tey ungu at vera tilvitað um og vi?sa varsemi i? ferðsluni, samstundis sum vi?st verður a?, at hetta kann verða við til at minka um ferðsluvanlukkur.
Mentamálaráðið fer nú at kanna, um -og hvussu- undirvi?singin kann verða partur av undirvi?singini i? 9. flokki i? fo?lkasku?lanum.
Hinvegin heldur Skúlaleiðarafelagið, at at undirvísingin skal heldur vera í kvøldskúlanum, heldur enn í 9. flokki.
Felagið heldur, at 16 a?ra aldurin er ein forðing fyri, at henda undirvi?sing natu?rliga er i? fo?lkasku?lanum.
Men verður tað lagt undir fólkaskúlan, er sera ty?dningarmikið, at pengar fylgja við og at ja?ttanin til hesa fra?læru liggur uttan fyri vanligu ti?makvotuna fra? Mentama?lara?ðnum.
Hinvegin heldur Koyrilærarafelag heldur tað bara skulu vera koyrilærarar, ið standa fyri undirvi?singini.