Danski forsætismálaráðharrin er komin í eina óhepna støðu orsaka av føroysku konu síni, skrivar Ekstrablaðið í dag.
Sólrun Løkke Rasmussen, kona Lars Løkke Rasmussen, bleiv herfyri biðin um at koma til samrøðu við skúlastjóran á N. Zahle’s gymnasiuskúla í Keypmannahavn. Sólrun Løkke Rasmussen hevur seinastu árini starvast sum lærari á lesiskúlanum hjá Kongaligu Balettini, sum formliga er partur av N. Zahle-skúlanum.
Hon var biðin um at koma á fund við leiðslu skúlans at umrøða framtíð hennara sum lærari á skúlanum. Sum skilst hava samstarvstrupulleikar verið millum hana og leiðslu skúlans.
Í slíkum førum er ofta vanligt at biðja álitisfólkið á arbeiðsplássinum koma við sær, men Sólrun Løkke Rasmussen heitti á mann sín, danska forsætismálaráðharran, Lars Løkke Rasmussen, at koma við sær.
Endin av fundinum, sum sambært Ekstrablaðnum vardi í eini tveir tímar, var, at Sólrun Løkke Rasmussen bleiv uppsøgd.
Fleiri politiskir viðmerkjarar í Danmark siga, at tað var stak óheppið av forsætisráðharranum at fara við konuni. At sita tvørtur av forsætisráðharranum og siga konu hansara úr starvi hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva hjá Anne Birgitte Klange, skúlastjóra. Enn minni, tá hugsað verður um, at Lars Løkke Rasmussen hevur vald at taka avgerðir, sum kunnu fáa stórar avleiðingar fyri skúlan.
- Eg haldi, at hann setir skúlastjóran í eina sera viðkvæma støðu, sum ger tað torførari hjá henni. Tað er púra nátúrligt, um hon følir seg trýsta og møguliga hótta sum leiðari, tá forsætisráðharrin situr har sum hjásitari, sigur Per Nikolaj Bukh, serfrøðingur í almennari leiðslu og professari við Aalborg Universitet við Ekstrablaðið.
Tað hevur ikki eydnast Ekstrablaðnum at fáa viðmerkingar, hvørki frá forsætismálaráðharranum ella skúlastjóranum.