Lars Løkke Rasmussen hevur í dag lagt eina videoupptøku á sín Facebook vanga, har hann skrivar jólakort til føroyska gentu.
Móttakarin er 11 ára gamla Rakul Poulsen, og orsøkin til, at danski forsætisráðharrin skrivar henni eitt jólakort, er, at Rakul hevur teknað myndina, sum prýðir jólakortið hjá danska forsætisráðharranum í ár.
Lars Løkke Rasmussen bjóðaði í november børnum og ungum at senda honum tekningar, og so skuldi hann velja eina tekning til sítt árliga jólakort. Valið fall á tekningina hjá Rakul Poulsen, sum hevði teknað trý børn – eitt úr Føroyum, eitt úr Grønlandi og eitt úr Danmark – sum sleta í Føroyum.
- Eg fekk sera nógvar tekningar, og tær takki eg fyri. Eg ivaðist tó ikki í, hvørja tekning eg skuldi velja til jólakortið. Boðskapurin hjá Rakul var, at hóast vit eru ymisk hava vit felags søgu og virði, og eg haldi sera nógv av ríkisfelagsskapinum, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Og nú er so eitt av jólakort við tekningini hjá Rakul við einari persónligari heilsan frá forsætisráðharranum ávegis til hana.