Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er júst liðugur við vitjan sína á Studentaskúlanum og Handilsskúlanum á Kambsdali. Lars Løkke Rasmussen varð móttikin við lógvabrestum, hoyrdi eitt lag, sum næmingar framførdu, og fór síðani at kjakast við næmingarnar, sum høvdu møguleikan at seta danska forsætisráðharranum spurningar.
Nú er danska ferðalagi, sum eisini telur Kaj Leo Johannesen, løgmann, og konu hansara, á Muntra í Fuglafirði, har tey fáa sær ein bita. Aftaná gongur leiðin til Havsbrún og so verður kósin sett móti Havnini aftur, har tey fara at vitja á Jarðfeingi.
Í morgun var Lars Løkke Rasmussen og ferðalag hansara á Bakkafrost á Glyvrum, har tey vórðu kunnaði um fyritøkuna og virksemi har, meðan tey fingu ein rundtúr á virkinum.