Læknamiðstøðin í Gundadali liðug á ólavsøku

Tveir kommunulæknar fara at húsast í nýggju viðtaluhølunum í Gundadali.

Nýggja læknamiðstøðin í Gundadali í Havn verður eftir tíðarætlanini liðug á ólavsøku. Støðin verður í fyrsta umfari gjørd til tveir kommunulæknar, men hon kann útbyggjast til at húsa fleiri. Greitt er, at tað verður Sølvi Winther Olsen, kommunulækni, og tann nýggi kommunulæknin, ið verður settur at byrja í starvinum 1. september í ár, ið fara at húsast í nýggju hølunum.

- Tað er ein politiskur spurningur, um fleiri læknar skulu húsast á einum stað. Húsini kunnu útbyggjast til tveir læknar afturat, men mín persónliga meining er, at kommunulæknarnir eiga at virka í ymsu býarpørtunum soleiðis, at tað er høgligari hjá borgarunum at fara til lækna. Í býráðnum er ikki semja um henda spurningin, sigur Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.


Kostnaðarmikil hús

Tað er Heildarveiting við Eiriki Suna Danielsen, ið byggir húsini. J. P. Gregoriussen, arkitektur, hevur teknað og hann hevur eisini eftirlitið við byggingini. Húsini, ið eru á stødd við tvey vanlig sethús, kosta 6 miljónir krónur, tá ið tey standa liðug. Orsøkin til henda høga prísin, sigur Heðin Mortensen, vera, at jørðarbeiðið varð umfatandi, umframt tað, at húsini eru serliga innrættað til endamálið við fleiri smáum viðtaluhølum, kanningarrúmum og øðrum, ið krevst á einum slíkum stað.

Sølvi Winther Olsen, kommunulækni, heldur í løtuni til í viðtaluhølum í Sjúkrakassahúsunum í Magnus Heinasonargøtu.

- Tórshavnar kommuna varðveitir møguliga hesi hølini. Umvæla vit tey, kunnu tey vera tøk hjá einum øðrum kommunulækna. Kollafjørður verður lagdur saman við Havnini nú og brúk verður fyri einum kommunulækna afturat. Um hann fer at húsast í Kollafirði ella í Havn, veit eg ikki enn at siga, sigur Heðin Mortensen.