Læknarnir fingu fingurin

Toni R. Dam noktaði at geva skarvin yvir, tá fleiri serfrøðingar annars høvdu felt greiðan dóm. Treiskni, motivatión og eitt skump rætta vegin frá lagnuni broyttu alt, og nú gongur leiðin til Boston, har havnarmaðurin skal kappast móti heimsins bestu innirógvarum

Millum teirra, sum um góða viku skulu umboða Føroyar í HM í inniróðri er 46 ára gamli havnarmaðurin, Toni R. Dam, sum kappast í tungvekt í bólkinum fyri menn millum 40 og 49 ára aldur.
Eitt er, at Toni við hesum hevur rokkið einum marknasteini, sum fáum er unt. Annað er, at skuldi Toni lurta eftir tí, sum læknarnir hava sagt honum seinastu 30 árini, so skuldi hann ikki so mikið sum droymt um, at hann nakran tíð skuldi kappast millum tey fremstu í heiminum.

Ferðsluóhapp oyðilegði knæið
Søgan hjá Toni byrjar, tá hann – eins og so nógvir aðrir dreingir – koyrdi á motocross.
- Eg var 16 ára gamal, tá eg var partur av einum ferðsluóhappið. Tað var alt fyri eitt greitt, at knæið var illa farið, men eg kom tó hampuliga væl fyri meg.
- Eg hevði altíð verið væl fyri, og eg kom skjótt fyri meg. Gaman í argaði knæið eitt sindur viðhvørt, men ikki verri enn so, at at eg kundi liva við tí. Men tað skuldi vísa seg, at hesin skaðin skuldi argað meg nógv restina av lívinum.
Fyrstu stóru ábendingina um hetta fekk Toni, tá hann nøkur ár seinni royndi at gera dreym sín til veruleika. Dreymurin var at verða partur av danska Jægerkorpset, sum er tiltikin sereind innan danska herin.
- Eg gjørdist partur av herinum, og tað endaði eisini við, at eg slapp til upptøkuroynd hjá Jægerkorpset. Vit vóru komnir í helvt, tá knæið ikki orkaði meira, og eg hevði einki annað val enn at gevast.
- Eg noktaði at geva skarvin yvir, og árið eftir royndi eg aftur. Flutti til Danmarkar eitt ár áðrenn byrja varð. Tað árið fekk eg almannaveiting í Danmark og vandi hvønn dag, umframt at eg tók ymisk skeiðir, ið kundi lætta um upptøkuroyndina. Hesa ferð restaðu ikki meira enn einir 8-9 dagar av samlaðu upptøkuroyndini, tá søgan endurtók seg. Eg noyddist at gevast, og fyri meg var hetta eitt stórt tap. Ikki tí, eg havi fingið ótrúliga nógvar upplivingar í herinum, har eg m.a. havi verði á danska landsliðnum í 5-kamp, kappingum í stórum parti av heiminum og eisini verið í USA á skeiði sum snigskjútti. Men eg náddi ikki málinum, sum eg hevði sett mær, og tað var ein herskin biti, sigur Toni.

Læknadómurin
Sjálvur dylur hann ikki fyri, at sjálvsálitið og sjálvsvirðingin hevði fingið ein frammaná, tá leiðin gekk aftur til klettarnar. Miseydnaða royndin at sleppa í elitudeildina hjá danska herinum hevði sett síni fótatraðk, og heldur enn støðugt at treiskast, valdi Toni nú at søkja sær læknahjálp.
- Tað knirkaði framvegis í knænum, og vónin var sjálvandi, at megnaði eg ikki at vinna á hesum sjálvur, so máttu læknarnir hjálpa mær.
Boðini á landssjúkrahúsinum vóru tó greið. Skaðin var ov gamal. Knæið ov illa farið, og tí var einki, sum teir kundu gera.
Hetta var tó ikki nakað, sum Toni vildi góðtaka. Hann leitaði sær sjálvur til viðurkenda Gildhøj-klinikkin í Danmark, har ein av fremstu skurðlæknunum á okkara leiðum, Peter Angermann, stóð fyri kanningunum. Har hava tey við hepnari hond bjargað yrkisleiðini hjá fleiri ítróttafólkum, men Toni fingu tey tó ikki hjálpt.
- Svarið var ikki tað, sum eg vónaði. Eg var ov gamal, og læknaráðini vóru, at eg mátti góðtaka, at mín tíð var farin. Eg mátti sláa meg til tols við eini tilveru, har eg væl kundi ganga, men at renna og hoppa sum annar unglingi, skuldi eg ikki rokna við.

Hjálpin var í grannalagnum
Tá neyðin er størst, er hjálpin næst, verður tikið til, og hetta var so sanniliga eisini støðan hjá Toni.
Hóast hann ongan hug hevði at geva skarvin yvir, so tóktist hetta vónleyst, men lagnan og tilvildin komu brádliga við eini hjálpandi hond.
- Tað hendi tað stuttliga, at Jákup Midjord flutti niðan á gøtuna, har eg sjálvur búgvi. Vit báðir eru uppvaksnir í sama grannalagið niðri í býnum, so vit kendust hampuliga væl. Hann hevði sjálvandi nomið sær útbúgving sum skurðlækni, og tí kom prátið okkara millum eisini inn á skaðan hjá mær.
- Tá eg spurdi hann, um nakað var at gera, kundi hann sjálvandi ikki lova nakað. Men hann segði tó, at hann væl kundi hyggja at knænum. Røntgen-myndum hevði eg ovmikið av, og hesar fekk hann, men hesar øktu ikki beinleiðis um bjartskygni.
- Beini er illa farið. Meniskurin er oyðilagdur, bróskið er burtur, og aftara krossbandið er burtur, segði hann við meg. Hann segði seg tó vera sinnaðan at gera eina roynd, men treytirnar fyri hesum vóru púrasta greiðar. Eg skuldi fylgja uppvenjingini til punkt og prikka, tí – sum hann tók til – so kann hetta gera undurverk.

Venjing, venjing og venjing
Hetta var tað, sum skuldi til hjá Toni. At onkur segði honum, at her var kanska ein møguleiki fyri at fáa knæið aftur í rættlag.
- Eg valdi frá byrjan at venja sera miðvíst. Jákup hevði eisini sagt mær, at tað hevði stóran týdning, um eg var væl fyri, áðrenn skurðviðgerðin fór fram.
- Og sjálv endurvenjingin byrjaði, so skjótt sum eg vaknaði úr narkosuni. Eg fylgdi miðvíst øllum tí, sum mær var álagt undir endurvenjingini. Í níggju mánaðir gekk eg til fysioterapeut, umframt at eg skuldi gera hópin av sjálvvenjingum. Og tað kom ikki fyri eina tí einastu ferð, at eg ikki møtti, ella at eg leyp onkra sjálvvenjing um. Jákup legði eisini dent á, at hansara arbeiði bert var triðingurin av hesum. Hinar báðar triðingarnir áttu fysioterapeturin og eg sjálvur.
- Seinni fór eg so eisini at venja á rógvimaskinu. Eg vigi míni 100 kilo, so hóast knæið nú var munandi betur fyri, so ber mær illa til at renna ov nógv. Hinvegin eru rørslurnar nógv bleytari, um tú rør ella súkklar, so hetta hóskaði mær sera væl.

HM í eygsjón
At rógva er ikki nakað nýtt fyri Toni, sum átti sítt pláss á Havnarbátinum miðskeiðis í 80’unum.
Hann koyrdi á í venjingini, og í fjør eydnaðist honum at vinna FM í bólkinum +35 ár, umframt at hann hevði næst bestu tíðina í opna bólkinum.
- Mær hevur eisini altíð dámt at verið væl fyri. Onnur finna kanska frið í sálini við at ganga til yoga ella annað, men hjá mær er besta kenslan, tá eg havi blást meg fullkomuliga út í venjingarhølunum.
Saman við fleiri øðrum veteranum var Toni eisini við í Havnarbátinum í fjør, men sum hann tekur til, so vóru kanska ov nógvir ungir mans við, so úrslitið gjørdist ikki heilt tað ætlaða.
- Mitt í øllum hevði Róðrarsambandið eisini boðað frá, at tey nú høvdu møguleikan at senda bestu føroysku innirógvararnar til HM, og hetta bleiv nýggja málið hjá mær.
- Motivatiónin er ein heilt onnur, tá tú hevur havt slíkan dóm frá læknunum, og eg setti mær fyri, at hesum málinum skuldi eg røkka.
- Eitt nú leitaði eg mær hjálp hjá Magna Mohr, sum jú er ein veldugur kapacitetur innan ítróttarfysiologi. Hann hevði kanska hug at smílast, tá eg segði, at míni ørindi vóru at fáa hjálp í royndunum at røkka HM, men hann sá helst eisini, at eg meinti tað.
- Magni hevur ein hugburð, har tað mest sum einvíst snýr seg um at venja intervallir, og til tíðir hevur tað verið sjúkliga hart. Men eg havi fylgt venjingarskránni og kostvegleiðingini púrasta neyvt, og tað gav úrslit. Til upptøkuroyndina hjá RSF gekk tað somikið væl, at eg nú eri ein av fimm, sum skal til Boston, og hetta er ein risastórur sigur. Við hesum hevði eg givið teimum læknum, ið dømdu meg lidnan, fingurin, og tað var ein framúr kensla.

Málið er top-9
Um 10 dagar er sjálv HM-kappingin á skránni. Bara tað at hava møguleikan, er sjálvandi ein stórur sigur hjá Toni, men framvegis heldur hann seg ikki hava rokkið øllum.
- Kravtíðirnar vóru soleiðis, at tú skuldi í minsta lagi røkka tíðini, sum nummar 25 hevði í fjør. Mítt persónliga mál er tó, at eg vil enda við einum eitt-siffraðum tali. Altso nummar níggju ella betri enn tað. Røkki eg ikki tí, noyðist eg at gera tað enn betri um eitt ár!