Lómur skal yvirhálast í Havn

Fyri eini viku síðan kom grønlendski rækjutrolarin Lómur á Havnina. Skipasmiðjan Mest skal gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið og høvuðsumvæla motorin. Arbeiðið er mett at taka fimm vikur.

 

- Navnið Lómur er óivað føroyskt navn, sum skipið kallaðist, tá tvøramaðurin Viggo Mortesen átti trolaran. Í 2013 keypti Royal Greenland Lóm, sum er bygdur í 1988 og er 43 metrar langur og 9,6 metrar breiður.

 

Hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum hevur vitjað umborð, vita tey at siga, at hHóast Lómur bara hevur 1300 HK motor, so royna teir kortini við tveimum trolum.

 

- Skipið orkar eisini væl at sleipa trolini, sigur maskinmeistarin umborð, Bjarki Thomsen. Hann sigur, at teir koyra rækjurnar í 225 kilo kør og koyra ísvatn - ella ískrapa - oman yvir. Vit hava 600 kør umborð, sum gevur stívliga 130 tons.

 

Bjarki Thomsen vísir á, at teir eisini loypa nøkur tons av rækjum hvønn túrin. Tá eru rækjurnar í kókaranum í 10 sekund í 95 hitastigum. Teir fáa betri prís fyri loyptu rækjurnar, sigur Bjarki Thomsen.

 

- Lómur landar fyri tað mesta í Aasiaat. Tað eru grønlendingar og føroyingar, sum manna skipið. Tvær manningar á 10 mans hoyra til Lóm, sigur maskinmeistarin við Lómi.