Fiskireiðskapur
Teymavirkið framleiðir bæði línu og teymar av ymiskum sløgum, tjúktum og litum.
Nakrar av línunum, sum fyritøkan bjóðar, eru hesar:
Flótilína
Flótilínan er framleidd úr reinum ?danline?, sum tilfarið verður rópt á heimasíðuni hjá Teymavirkinum. Standard flótilínan, sum hevur 2,2 metrar millum svøvlarnar, er goymsluvøra. Línan fæst eisini við ymiskari fjarstøðu millum svøvlarnar ? alt eftir tørvinum hjá fiskimanninum.
Flótilínan, sum fæst í ymiskum tjúktum og longdum, verður brúkt til fiskiskap eftir eitt nú seiði og hvítingi.
Spunpolyester
Standard spunpolyesterlínan, sum hevur 2,2 metrar millum svøvlarnar, er eisini goymsluvøra. Tá ið línan er bíløgd, verður hon impregnera og skal síðan torna í 3-6 vikur ? alt eftir, hvussu tjúkk hon er. Ynskir viðskiftafólki ávísa fjarstøðu millum svøvlarnar, verða svøvlarnir settir á línuna, sum síðan verður impregnerað.
Spunpolyesterlínan, sum verður brúkt á djúpum vatni, fæst eisini tilgjørd við teymum og húkum, og hon fæst í ymiskum tjúktum og longdum.
Terrylene-Danline
Terrylene/ danline línan, sum hon verður rópt, verður brúkt til fiskiskap á djúpum vatni. Standardlínan, sum hevur 2,2 metrar millum svøvlarnar, er á goymslu.
Línan fæst við ymiskari fjarstøðu millum svøvlarnar.
Terrylene/ danline línan verður eisini latin tilgjørd við teymum og húkum. Hon fæst í ymiskum tjúktum og longdum.
Teymar
Teymavirkið hevur eisini teymar, sum antin eru hvítir ella svartir ? í ymiskum longdum og tjúktum, og virkið hevur eisini rippaðar teymar við húkum í fleiri støddum.