Torbjørn Jacobsen langar til Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í lesarabrævi á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu í dag. Borgarstjórin heldur fyri, at nú er alt álit á Lønardeildina søplað burtur. Og tað byrjaði við tí, sum hendi, tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli. Og aftur í hesari arbeiðsósemju er tað Fíggjarmálaráðið, sum er kjarnin í málinum, heldur borgarstjórin.
- Har (í Fíggjarmálaráðnum, red) byrjar málið, táið fíggjarmálaráðharrin “yvirrulaði” Lønardeildina, og tók av semingsuppskotinum hjá Semingsstovninum í sjúkrasystratrætuni. Tann avgerðin loypti varg í allan arbeiðsmarknaðin, sum verður órógvaður higani til ólavsvøku, við hetta lag, sigur Torbjørn Jacobsen og vísir til, at avgerðin um at rinda løn í desember er alt annað enn vanlig siðvenja.
- Um fíggjarmálaráðharrin eisini hevur “yvirrulað” Lønardeildina til at gjalda lønir út til fólk í verkfalli, vita vit ikki, men inni á heimasíðu Fíggjarmálaráðsins (www.fmr.fo + lønardeildin + vegleiðingar + 5. brot) stendur soleiðis skrivað um lønir - í sambandi við arbeiðssteðg samsvarandi sáttmála:”Lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi, skal verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgurin er. Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólk, sum er sjúkrameldað, í barnsburðarfarloyvi, orlov við løn ella við niðursettari løn. Goldin verða heldur ikki frítíðarløn, frítíðarískoyti og eftirlønargjald. Tá ið arbeiðssteðgurin er av, hevur arbeiðsgevarin skyldu aftur at rinda løn o.a., við teirri treyt, at setanarviðurskiftini verða tikin uppaftur", vísir borgarstjórin á.
Les eisini: - KAF stuðulspedagogar hjá Philbrow
- Lønardeildin valdi at gera tað øvuta, og kann tað hava ávirkað støðuna hjá KAF hin 20. desember (tá ið KAF valdi at rinda løn til pedagogarnar í verkfalli, red). Seinri hevur Lønardeildin verið frammi við einum tíðindaskrivi, við eini til høvi uppfunnari siðvenju, og vónandi er tað Kristina Háfoss, og ikki Lønardeildin, ið hevur hildið penninum. Hetta líkist partapolitiskum spuna, skrivar Torbjørn Jacobsen.
Víðari heldur hann, at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum áður hevur havt stóra tign og virðing millum manna, men at tað nú er farið fyri skeyti.
- Álitið og legitimiteturin hava staðið á hesum, at deildin virkaði óvildug og objektiv, líkamikið hvør politiski observansurin var í ráðharrastólinum. Hendan tíðin tykist vera farin, nú er eyðsýnt, at Lønardeildin verður stjórnað eftir partapolitisku kumpassini hjá tí, sum situr á ministarataburettini, skrivar Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.
Les alt lesarabrævið hjá Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavík, við at trýsta her