Lønargjógvin millum kynini veksur

Samlaðu lønarúgjaldingarnar vísa, at menninir fara avstað við størsta lønarvøkstrinum

Samlaðu lønarútgjaldingarnar í Føroyum eru hægri enn nakrantíð, men hóast kvinnurnar ongantíð hava fingið meiri løn útgoldna enn nú, so veksur munurin millum samlaðu útgoldnu lønina til menn og kvinnur.

 

Hagstovan boðaði í gjár frá, at lønarútgjaldingarnar í septembur í ár vóru 750 milliónir krónur, sum er 6,9 prosent hægri enn í septembur í fjør. Samlaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 9 mánaðirnar í ár eru 5,8 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Av teimum 744 milliónunum, sum vóru útgoldnar, fóru 460,4 milliónir til mannfólk og 284,3 til konufólk. Tað svarar til at kvinnurnar fingu 38,2 prosent av lønini og menninir 61,8 prosent.

 

Um vit hyggja eftir gongdini, so er eingin ivi um, at vit eru komin langt á veg móti málinum um størri javnbýti millum kynini á hesum økinum. Elstu hagtølini hjá Hagstovuni er frá 1985 og tey vísa, at meðan kvinnurnar tá vóru 39,1 prosent av arbeiðsfjøldini, fingu tær 28,2 prosent av lønini. Fyrra hálvár í ár vóru tær 48,1 prosent av arbeiðsfjøldini, men halta enn nakað eftir í lønarútgjaldingum, tí tær fingu 37,7 prosent av lønini.

 

Tíðarskeiðið, tá kvinnurnar fingu størstan lut av lønarútreiðslunum var í 2009 og 2010. Tá fingu tær fyrra hálvár í 2009 40 prosent av lønunum, seinna hálvár 39,7 prosent og fyrra hálvár 2010 40,05 prosent. Síðani hevur tað gingið spakuliga aftureftir, tó at okkurt undantak hevur verið. Hægsta lutfallið av lønini fingu kvinnurnar fyrra hálvár 2013, tá tær fingu 40,3 prosent av lønini.

 

Øll árini síðani 2009 hava kvinnurnar ligið um tey 48 prosentini av arbeiðsfjøldini. Meðan tær fáa meiri og meiri í løn, samlaðu lønarútgjaldingarnar til kvinnur eru voksnar úr 1,3 milliardum krónum fyrra hálvár í 2009 til 1,7 milliardir fyrra hálvár í ár, so fáa tær lutfalsliga minni í løn. Frá at liggja um tey 40 prosentini í 2009 og 2010 og nærkast teimum 40 aftur í 2014, so hava tær seinastu fýra ársfjórðingarnar ligið undir 38 prosentum.

 

Tað sæst, at miðallønin hjá kvinnunum veksur, úr 53.000 krónum í 1985 til 109.000 krónur í 2009 og 130.000 krónur í dag, men í mun til menninar sigla tær afturút. Miðallønin hjá teimum, hóast hon er lækkað seinasta hálvárið, er farin úr 87.000 í 1985 til 155.000 í 2009 og 200.000 í dag.

 

So meðan kvinnurnar hava fingið 21.000 krónur í part meiri síðani 2009, hava menninir fingið 45.000 krónur meiri.

 

GG: Miðallønin her er roknað sum samlaðu lønarútgjaldingarnar býttar á samlaðu arbeiðsmegina. Her verður ikki tikið hædd fyri um fólk arbeiða fulla- ella niðursetta tíð.