Lønarkrøv í aðru røð

Ein orsøk til blokaduna frá Føroysk Miðlafólk var eftir øllum at døma avtalan, sum tryggjaði lánveitara betur enn starvsfólkini

Jákup Mørk

Ingolf S. Olsen, sum er virk­andi formaður í Felagnum føroysk miðlafólk, sigur við in.fo, at tey kunnu ikki gera annað enn at krevja tað, sum limir teirra hava rætt til.

– Vit sendu fyrst í hes­um mánaðinum bræv til leiðsl­una í Dimmalætting, har vit gjørdu vart við, at eftir­lønar­eftirstøður vóru fyri longri tíðarskeið. Og í brævinum góvu vit fyritøkuni eina freist til at greiða hesi viðurskifti.

– Henda freist varð ikki hildin, og vit hava frá leiðsluni á Dimmalætting fingið at vita, at felagið ikki megnar at gjalda lønarkrøvini, sum eru móti felagnum, og tað er ein veru­leiki, sum vit ikki kunnu ignorera, sigur Ingolf S. Olsen.

Hann vil ikki dragast inn í nakað kjak um, hvørt Dimma­lætting kann halda fram í nýggjum felag ella ikki, men slær bara fast, at hann sum fakfelagsformaður má arbeiða fyri at tryggja rætt­indini hjá limunum.

Vanliga hava lønarkrøv framí­hjárætt í einum trota­búgvi, men hetta er ikki støðan hjá Dimmalætting. Fyri at loysa truplu gjaldføris­støð­una hjá felagnum varð avtala í fjør gjørd við P/F Kimbil, har Kimbil veitti lán við transporti í skuldarunum hjá Dimma­lætting. Við øðrum orðum, so skulu tey, sum skylda pening til Dimma­lætting, gjalda á konto hjá P/F Kimbil, sum altso tryggjar sær sína áogn, áðrenn nakað verður sent víðari til Dimma­lætting.

Tí eru mest sum eingi út­lit fyri, at nakar peningur verð­ur eftir til lønarkrøv í eini trotabúðarviðgerð. Starvs­fólkini eru tó tryggjað um­vegis Trygdargrunnin, sum dekk­ar lønarkrøv upp til 60.000 krónur, um krøvini eru yngri enn 6 mánaðir.