Í oktober vóru lønirnar, árstíðarjavnað, 710 milliónir. Hetta er annar mánaðurin á rað, at lønirnar veksa, og tað sær nú út til, at lønirnar spakuliga eru við at fara up frá teimum 700 milliónunum, sum tær hava ligið á í eitt heilt ár, skrivar Hagstovan.
Trendurin, sum vísir langtíðargongdini hevur nú økt ferðina eitt vet, eftir at hava ligið nærum flatur seinastu mánaðirnar.
Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum, sæst at fiski- og alivinnan høvdu eitt upplop, sum byrjaði á heysti 2015 og toppaði í februar 2016. Síðan tá hevur fiski- og alivinnan havt afturgongd, men í oktober var aftur framgongd at síggja, vælsaktans ikki stór, men hetta ger, at nú eru allar høvuðsvinnugreinar aftur í pluss.
Seinastu trý árini hevur nógv ferð verið á vøkstrinum í byggivinnuni, og sjálvt um ferðin er minkað seinasu tíðina, so er vøksturin framvegis stórur. Men sjálvt um byggivinnan veksur við nógvari ferð, so megnar vinnan ikki einsamøll at skapa stóran samlaðan vøkstur.
Tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, vaksa við javnari ferð, og hava gjørt tað í longri tíð. Síðan 2010 eru lønirnar í tænastuvinnunum vaksnar 20%.
Byggivinnan vaksin 9,3%
Meðan indexið yvir trend á høvuðsvinnugreinar vísir pulsin, so ber eisini til at samanbera árið higartil við sama tíðarskeið árini frammanundan. Hendan samanbering er við útgoldnum lønum og er ikki árstíðarjavnað.
Higartil í ár eru lønirnar 6.916 milliónir, 384 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 5,9%. Framgongdin hevur í ár verið væl yvir 7%, men í heyst eru tær dragnaðar nakað. Nú árið er so nógv útliðið, verða ikki tær stóru broytingarnar í vøkstrinum, so væntast kann at hann í ár verður um 6%, áleið tað sama sum í fjør og tað hægsta síðan fíggjarkreppuna í 2007.
Stóra framgongdin, sum var í fiskivinnuni í vár, gjørdi at fiski- og alivinnan høvdu framgongd væl yvir 10%. Seinastu tíðina hava lønirnar í fiski- og alivinnuni verið meira trilvandi, og nú er framgongdin tódnað niður í 7,9%.
Byggivinnan hevur í alt ár sveiggjað um 10% í vøkstri, í september var vøksturin yvir 10%, men er nú aftur farin niðurum. Higartil í ár hevur byggivinnan goldið 913 milliónir i lønum, 78 fleiri enn í fjør. Framgongdin er 9,3%.
Tænastuvinnurnar, bæði tær privatu og almennu, hava eina framgongd millum 4,3% og 5%. Tænastuvinnurnar hava eina væl róligari gongd enn framleiðsluvinnurnar, og broytingarnar frá ár til ár eru javnari.
Lønirnar, skipaðar í vinnugreinar, vísa, at higartil í ár er meira útgoldið í øllum vinnugreinum uttan í ráevnisvinnuni.
Sjálvt um flestu vinnugreinar hava vøkstur, so er spjaðingin stór, heilt frá nærum ongum til 14% vøkstur.
Stóri vøksturin er í ali- og kryvijivirkjum, vinnuligum tænastum og bygging. Fyri hesar vinnugreinar er galdandi, at vøksturin higartil í ár er yvir 10%. Fiskiskapur lá leingi ovast vegna góðu gongdina í vár, men síðan tá hevur tað ikki hilnast so væl, og er fiskiskapur nú farin at liggja miðskeiðis í raðnum við einum vøkstri higartil í ár upp á 8,8%.
Aðrar stórar vinnugreinar hava væl minni vøkstur, m.a. fiskavøruídnaður, sum hevur ein vøkstur upp á 2,8%.
Orsøkin til, at heilsu- og almannaverk hevur ongan vøkstur, hongur saman við, at virksemi í eldraøkinum er lagt til kommunurnar, og tískil flyta starvsfólk vinnugrein til kommunur/ríkið.