Línufiskur í Sørvági

Útróðrarbátar, sum royna við línu, fáa stundum væl av fiski, men snellan hevur roynst minni væl seinastu dagarnar Línubáturin Havbúgvin, sum er fyrrverandi Núpur, landar í Sørvági í morgin. Teir hava havt 11 setur, og nú túrur er lokin, er veiðan 110.000 pund.

Umleið ein helmingur av veiðini er toskur.

Á Landingarmiðstøðini í Sørvági siga tey, at útróðrarbátarnir Lírðaberg og Brynhild eisini hava landað í dag.

Lírðaberg, sum setti 60 stampar, hevði 5.600 pund og Brynhild, sum er glastrevjabátur og setti 25 stampar, hevði 4.500 pund.

Sum skilst, fara bátarnir útaftur í kvøld.

Nakrir smærri bátar royna eisini við snellu og skilja veiðina í Sørvági, men seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin við snellu ikki roynst nakað serligt.