Línuskipini heim aftur úr Íslandi

Fýra ísfiskalínuskip eru undir Íslandi. Tey fiska mest longu, tosk og hýsu. Skipini fáa eisini nakað av kongafiski.
Sambært Fiskamarknaði Føroya landa øll hesi fýra skipini í dag.
Sosialurin skilir, at øll hesi skip neyvan landa í dag, men tey koma væntandi inn at landa, sum vikan gongur.
Trý línuskip eru eisini undir Íslandi sum frysta umborð, og møguliga landar okkurt teirra eisini hesa vikuna.
Tað eru fleiri línuskip, sum hava fiskað í íslendskum sjógvi yvir eina longri tíð og skipini, sum eru á ísfiski, hava eisini landað har yviri nakrar ferðir.
Hetta man vera fyrstu ferð í nýggjari tíð, at føroysk línuskip hava verið so trúgv og drúgv í íslendskum sjógvi yvir eina so langa tíð sum í hesum umfari.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt línuskip fiskar á djúpum vatni eystan fyri og fær svartkalva - og eitt línuskip er vestan fyri og fiskar tosk og hýsu.
- Hesi bæði skipini landa í dag, sigur marknaðurin.
Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður hesa vikuna, og útlit eru til, at veðrið eisini fer at halda sær í skinninum.
- So, vónandi verður nakað av útróðri hesa vikuna, leggur marknaðurin aftrat.